2. apr, 2013

Mikudagur 03.04.2013

Áhaldandi í bønuni

 

...arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum! (1. Kor. 15, 58)

 

Vit hugsa vist mangan, at eitt arbeiðis átak fyri Gud, hevur verði til onga nyttu, og spyrja troytt og mótlítil: Hví? Men vit mugu hugsa um lyfti í Jes. 55, 11, at Guds orð skal ikki venda tómt aftur. Gud gevur ikki sína æru til onnur, men hvussu mangan kemur tað ikki fyri, at vit gera gerningar í Guds navni við tí loyni hugsan djúpt í okkum, at vit sjálv vilja hava rós og viðurkenning? Ella vit traðka fram við so nógvum mannavísdómi, at tað, vit siga, er meira vent móti okkum sjálvum, enn móti Gudi. Er tað tí, vit síggja so lítlan ávøkst?

 

Paulus sigur, at ta er arbeiði fyri Harran, ið ikki er til einkis. Vit lesa í Kor. 3, 12, at í Guds tíma skal Harrans eldroynd roynast, um hvussu hvør arbeiðari er: “Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.” v/15. Nógv av okkara arbeiði kann vísa seg at brenna upp eins og hoyggj í Guds roynslu eldi. Og tá verður tað eingin løn til okkara. Og sjálvt um vit blíva frelst, so koma vit at standa eins og ónýtir tænarar, sum ikki hava brúkt tey evnir, sum Gud hevur givið okkum.

 

Tað er so mangt, ið liggur á láni, at blíva gjørt, og vit eru óivað fús til at fara til verka, men hugsa mangan, at tað hjálpir einki. Vit mugu í tí samanhanginum hugsa um, at bøn er ein stórur partur av arbeiðinum í Guds ríkið. Og, at Harrin sjálvur er við í einum og hvørjum arbeiði, og at hann gevur ávøksturin. So kunnu vit ikki annað, so mugu vit verða áhaldandi í bønini fyri Guds ríkis arbeiði.