4. apr, 2013

Hósdagur 04.04.2013

Skuldarbrævið

 

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. (Matt. 12, 36)

 

Vit stroya um okkum við orðum, sum vit ikki hugsa um, og sum vit skulu møta aftur ein dag. Orð kunnu gera gott og kunnu leiða til frelsu. Men lygnins, óndskaparins, órættvísi, vantrúar, gudloysis, og óhóskandi orð føra til oyðan og dóm, um so er, at vit ikki hava fingið tey fyrigivin. Tá blíva tey okkum til byrðu, tí vit hava sagt mong orð, vit ikki áttu at hava sagt, og fyri tey øll skulu vit gera roknskap. Mong av heimsins børnum steinsetta dagin við orðum, sum vilja tyngja nógv á dómadegi. Tey rópa eftir djevlinum við ymiskum nøvnum. Háða Jesus og gera skemta burturúr hansara deyða á krossinum. Og yvir, at vit eru syndarar, sum mugu biðja um Guds fyrigeving fyri eitt forbrongla lív.

 

Tað kemur ein dagur, tá tað verður ov seint at broyta nakað. Tá skal skuldin gjaldast, og skuldarbrævið er stórt. Áður hava vit vist mangan undrast um á hvønn hátt alt tað, sum vit hava sagt kundi blíva uppført á okkara skuldarbræv. Men í dag við okkara framkomnu tøkni kunnu vit vist fata eitt sindur av tí, sjálvt um vit bert kunnu framleiða ein lítlan part av tí, ið Gud er mentur. Hann, sum skapti allar lutir við síni markleysu vitan.

 

Vit, sum hoyra Kristusi til, kunnu ikki annað enn takka honum fyri, at okkara skuldarbræv er neglt til krossin av okkara høvuðspresti og tí semju, sum hann fekk í lag, og sum ein dag vil verða dómari yvir okkum øllum. Hann vil verða okkara verji og døma okkum sína rættvísi. Og vit skulu verða frí. Frí frá eini ræðuligari byrðu av skuld.