9. apr, 2013

Týsdagur 09.04.2013

Tann smali vegurin

 

Hava vit valt, at fylgja Jesusi, so sanna vit skjótt, at vegurin er smalari, enn vit kanska høvdu hugsa okkum hann av fyrstu tíð. Og skulu vit ikki slakka av í okkara føstu avgerð, um at ganga eftir tí smala vegnum, so mugu vit hvønn dag hava orðini frá Sl. 16, 8, fyri eyga og sum okkara fasta grundvøll: ”Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi.”

 

Á tí smala vegnum skulu vit ganga við ótta og bivan, uttan at vit missa okkara frímóð. Verða glað í Harranum uttan tilgjørt kæti. Yvirgeva alt til Gud uttan at leggja hendurnar í fangi. Verða avgjørdur í Kristus uttan at sjálvshevjan vísir seg. Skulu  brenna fyri frelsu fyri onnur uttan at vera dømandi. Skunda at málinum uttan at troyttast. Og vera trúgvur móti sannleikanum uttan at missa kærleikan til okkara næsta.

 

Tað er lætt, at lesa hetta í skundi, sum vísa okkum á, hvussu smalur vegurin er. Og at liva eftir teimum er eitt stríð løtu eftir løtu, tí tey skulu øll lærast í gerðum saman við mongum øðrum. Og at ganga hann, uttan at Gud er við okkum, kunnu vit ikki. At ganga á tí smala vegnum hevur sum mál, at vit meira og meira koma at líkjast Jesus, okkara Meistara og Harra, og lata tað nýggja, sum er lagt niður í okkum, tá vit komu til trúgv, vaksa, so tað kann bera frukt, Gudi til æru.