11. apr, 2013

Guds stórleiki

Guds stórleiki

 

Um undurverk øll hans mælið! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! (Sl. 105, 2-3)

Bert tað, at halda Bíbliuna í hondini er eitt undur. Nógv er gjørt burturúr, at oyðileggja hana, men Gud hevur varðveitt hana til nú. Jesusar lív og gerningur her í heiminum var eitt undur - eitt satt menniskjalív, men uttan synd! Hansara deyði og uppreisn var eitt undur. At vit kunnu verða fødd av nýggjum er eitt undur. At koma til at hvíla í, at syndir okkara eru fyrigivnar við trúgv á Jesus, er eitt undur. Og at Gud kann broyta menniskju er eitt stórt undur, at vit kunnu ikki fata tað til fulnar.

 

Undrini, sum Gud hevur opinberað, er okkum altíð fyri eyga. Men tað størsta undrið er, at menniskja er samansett av anda, sál og likam, og ikki mynda bert at liva her í heiminum eina tíð, men eitt ævigt lív heima hjá Gudi. Men grunda á syndina í heiminum og í okkum, so hava vit mist tann gudgivna reinleika og mugu tí, um so er, at vit vilja verða hjá Gudi, so mugu vit myndast um. Tað hendir við tí nýggju føðingini: “Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” (Jóhs. 3, 3)

 

Tá vit síggja øll Guds undur, tá mugu vit gleðast yvir hansara stórleika í skapanini, ja, í øllum tí, sum vit hoyra og síggja. Og ikki minst, at hann burturúr einum falnum menniskja, bæði til likams og sál, so kann Hann reisa ta uppaftur til eitt elskuligt, gott og gudsóttandi menniskja. Halleluja!!!