23. apr, 2013

Týsdagur 23.04.2013

So sigur Harri herliðanna

 

So sigur Harri herliðanna: Sí, eg man bjarga fólki mínum heim úr landinum fyri eystan og úr landinum fyri vestan...Og eins og tit...hava verið havdar sum bølbiðingarorð millum tjóðanna, soleiðis skulu tit nú, tá ið eg havi frelst tykkum, verða eitt signingarynski.” (v/7 og 13) Tað, sum vit við okkara eygum hava sæð henda við hesum fólki tey seinastu árini, er ikki til at fata við okkara skili. Millum annað hava vit sæð, at lond sum ikki vilja útflýggja tað jødiska fólkið, har hevur tað ikki gingið gott, ja, enntá eru upployst.

 

Og hvat, ið Ísrael ikki megnar í dag eftir so stutta tíð, tað fellur einum í eyguni. Í mun til landsins stødd, so hevur Ísrael flestu høgt lærdu persónarnar. Mangar ótrúligar uppfinningar koma har frá. Og teirra hjálpararbeiði yvir fyri øðrum londum eru, hóast teirra vánaligu fíggjarstøðu, stór og umfatandi.

 

Alt hetta er, tí tey eru ein liður í Guds ætlan. Vit kunnu samstarva við tey í teirra ætlan, ella standa ímóti. Vit kunnu fáa okkara part av tí vælsignilsi, ið Gud oysir yvir Ísrael, ella straffina, ið Hann oysir út yvir fíggindarnar av Ísrael. Harrin sigur: “Hvør, ið nertur tykkum, nertur mín eygnastein!” (Zak. 2, 12) Tað, sum umræður er, at vera við í Guds ætlan og í hansara arbeiði, og í teimum stóru broytingum, sum vit lesa um í Jóhannes Opinbering, sum koma at henda móti endanum á tíðini. Trygg eru bert tey, ið eru í Guds hondum, og eru við í arbeiðinum til at fremja hansara vilja.