12. maj, 2013

Sunnudagur 12.05.2013

Trúgv eina

 

Trúgv tín hevur frelst teg. (Matt. 9, 22)

 

Trúgvin er tað mest undrunarverda, sum Gud hevur lagt niður í hjørtu okkara. Hon kann rættvísgera. Hon kann halga. Og hon kann reinsa okkara hjørtu. Hvat er tað, ið gevur trúnni eina sovorðna megi? Tað er tí, at hon kemur frá Harra og Gudi okkara. Vit kunnu lesa í Heb. 11, hvønn sigur vit kunnu vinna gjøgnum trúnna. Tað er ein ósigrandi megi, og mong hava valt deyðan framum, heldur enn at avnokta trúnna. Gjøgnum trongdir, líðingar og sakn kann trúgvin bera og yvirliva. Vit takka alt ov líti fyri hesa undurfullu gávu, sum Gud hevur givið okkum, tá vit tóku ímóti Jesusi sum Frelsara og Harra.

 

Um vit játta okkara trúgv á Jesu navn, so vil hann kennast við okkum. Hví ganga vit tá og goyma okkara trúgv og eru vit so smoykin við at kennast og játta hansara navn? Standa vit royndina, tá navn hansara verður háða? Ella eru vit merkt av tíðarandanum, um at meta líti um tann kristna arvin og alt tað, sum kristindómurin hevur ført til land okkara av ómetaligum virðum? Gud vil geva okkum alla tað hjálp, ið vit hava brúk fyri, tá vit skulu kennast við, og greiða frá, á hvønn vit trúgva. Í teimum tíðum, har móti ikki sveik hjá teimum kristnu til at halda fast við Guds navn, tá vaks skarin av teimum trúgvandi. Vit mugu ikki bert biðja um eina sterka trúgv, vit skulu eisini arbeiða okkum til hana. Arbeiðarans hond blívur hørð við at blíva brúkt aftur og aftur. Á sama hátt styrkist trúgvin við at blíva nógv brúkt. Trúgvin er Andans Gáva!