18. maj, 2013

1. Hvítusunnudagur 19.05.2013

Koma orð míni at dómfella meg ein dag?

 

Í Matt. 12, 36 – 37, lesa vit hesi álvarsorð:

“Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.”

Tá í vit lesa slík orð sum hesi, vil óiva niðurstøðan verða tann, at eg komi ikki at standa meg væl á tí degi, sum Jesus tosar um her. Tí degi, sum hann nevnir dómadag.

Um vit nú hyggja eftir okkum nútíðar menniskjum, so innrætta vit okkum, og leggja ein lívsstíl, sum um vit skuldu blivið verandi á jørðini.

Vit eru noydd at fyrihalda okkum til tvey punkt, sum eru grundleggjandi, og tað er sannleikar og veruleikar, sum Bíblian tosar heilt greitt um til mannaættina.

Vit verða mint á tað hvønn dag, at deyðin er nakað vit øll eiga til góða, sum Heb. 9, 27 sigur tað: ”Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur.”

Hetta eru tveir grundleggjandi sannleikar og veruleikar vit ikki kunnu broyta uppá.

Men tó kunnu vit, tú og eg, avgera hvussu dómadagur kemur at blíva fyri okkum.

Tú og eg hava fingið ein frían vilja til at taka avgerð um, hvar vit vilja verða. Tann kristni boðskapurin noyðir ongan. Tann kristni boðskapurin er ein boðskapur við kærleika í miðjuna, tað er eitt kærleiks tilboð til okkum øll. Her er eingin undantikin.

Latum okkum steðga við hjartasláttinum í tí kristna boðskapinum: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Jóhs. 3, 16

Til tess, at ein og hvør, so er eisini tú kæri lesari íroknaður hesa bjargingarætlan, sum bleiv gjørd frá Guds síðu gjøgnum sonin Jesus Kristus.: “Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” v/17

Vit eiga øll at taka eina persónliga støðu til Jesu Frelsuverk, annaðhvørt verður frelsuverkið mín og tín bjarging, ella verður tað mín og tín undirgangur.: “Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar.” v/18

Lat okkum venda aftur til ørindini, sum vit byrjaðu við. Jesus tosar her sera, sera álvarsamt um at blíva dómfeldur vegna ógagnsorð.

Jesus tosar um at spotta Heilaga Andan, og hevur tað tær avleiðingar, at tað verður ikki fyrigivið, hvørki í hesi øld, ella í tí komandi.

Jesus er her inni á nøkrum sera álvarsomum, hann tosar um okkum, um meg og teg. Hann brúkar myndatalu, hann tosar um fruktir á trænum, hann tosar um at bera gott úr goymslum sínum. Hann nevnir nøkur fólk her fyri ormaungar. Bíbliugransakrar vilja vera við, at hesir ormaungar, tosa verður um her, eru teir mest giftigu og vandamiklu av slagnum.

 Vit kunnu ikki bæði rópa okkum ein endurføddan kristnan, og samstundis tosa vánaligt um Heilaga Andans verk, sum fer fram á jørðini í dag, hóast mær dámar tað ella ikki.

Fruktirnar frá trænum, eru eins og træið er. Fruktirnar (ella gerningarnir) eru eitt úrslit av tí, ið býr í hjartanum.

Fruktirnar av Jesu lívi, vóru góðar og gagnligar fyri sína samtíð, og tað røkkur fram til okkum í dag.

Farisearnir vóru teir hann ávaraði um, at teir komu at gera tað ófyrigevandi syndina. Fruktirnar, sum tú og eg skapa, eiga at blíva til vælsignilsi fyri okkara næsta.

Tað er einans Heilagi Andi, ið kann gera, at tað finnast góðar fruktir hjá mær og tær.

Góði lesari mín!

Tað kemur ein dagur fyri meg og fyri teg. Ein dag fara vit inn á vágskálina, har vit skulu verða funnin annaðhvørt ov løtt, ella tað verður javnvág á vágskálini. Við frelsuverkinum frá Golgata er einki at óttast, við at fara á vágskálina. Av Thomas J. Askham