7. jun, 2013

Leygardagur 08.06.2013

Ert tú umvendur?

»Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!« (Luk. 23, 39)

Tað vóru tríggir krossar á Golgata. Jesus var krossfestur á tí mittasta við einum brotsmanni á hvørjari síðu. Á einum møti har tað var fríur vitnisburður, fór ein maður fram og tosaði um teir tríggjar krossarnar. Hann greiddi frá, at yvir tveimum av krossunum var tað myrkur, men yvir tí triðja var tað ljós. Tað undrunarverda var, at tann krossur, ið ljós var yvir, var bert hjá tí eina brotsmanninum. Harafturímóti var Jesu krossur og tann hjá hinum brotsmanninum myrkir. Hesin sannleikin talaði sera sterkt til mín.

Kravi hjá tí eina brotsmanninum var heilt einkult ógjørlig: “Bjarga tær sjálvum og okkum!” Tað, sum bant Jesus til krossin, var sera einkult tað, at hann vildi frelsa báðar brotsmenninar og allan heimin við. Jesus var teirra og fyri alla menniskja fjøldina umboð millum Gud og teirra. Øll heimsins synd bleiv løgd á Jesus, eisini fyri teir tveir brotsmenninar. Tí var tað myrkur yvir krossinum hjá Jesusi.

Í Jesusi á krossinum sá Gud alla heimsins synd. Hann mátti tí í síni rættvísi hella alla sína vreiði og dóm yvir Jesus. Tá rópti hann: “Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?” Tí kundi Jesus siga við tann brotsmannin, sum bað um náði: “Í dag skalt tú verða við mær í Paradís.” Tá kom ljós yvir kross hansara.

So frí, óuppiborin og fyri einki er frelsan í Jesusi, eisini fyri teg, sum lesur hetta! Brotsmaðurin hevði ikki haft ein tann einasta møguleika fyri, at gera eina góða gerð. Hóast tað kundi hann har á staðnum fáa váttan um, at hann kom við til Himmals, tí Jesus tók Guds straff fyri allar hansara syndir og sekt. Prísaður veri Jesus fyri hansara undurfullu umboðan!

Tað margháttliga og ræðuliga er, at sjálvt um Jesus er deyður fyri øll, so er tað ikki øll, ið blíva frelst. Yvir krossinum hjá hinum brotsmanninum var tað myrkt. Tað var bert ein munur á teimum tveimum brotsmonnunum. Tann eini vendi um, og ikki hin. Tann eini viðgekk uttan umberingar sínar syndir yvir fyri Jesusi, og bað hann um náði.

Hvørjum líkist tú? Ert tú umvendur?