20. jun, 2013

Breyð undri

 

»Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?« (Jóhs. 6, 9)

 Í Jesu fylgi vóru meira enn fimm túsund menniskju, og tað var eingin møguleiki fyri, at fáa mat til tey øll. Tá spurdi Jesus Filip, á hvønn hátt teir kundu fáa mat til fólki. Jóhannes skrivar, at tað gjørdi Jesus fyri at royna hann, tí sjálvur visti hann, hvat hann vildi gera.

 

Tá vit eru í trupulleikum sum illa fast yvirlit yvir, so kundi hugsast, at Jesus til tíðir vil drála við at vísa okkum á ta røttu loysnina fyri at royna okkum. Og tað kundi hugsast, at vit mangan skunda okkum at gera nakað, sum forbronglaði alt. Tí lívsins trupulleikar eru ikki nakað spæl. Loysa vit teir á skeivan hátt, so kunnu fylgjurnar av loysnini verða tyngjandi í langa tíð aftaná. Skulu vit tá óttast at fara til verka? Nei! Men vit skulu til eina og hvørja tíð leggja okkara trupulleikar fram fyri Gud og biðja hann um at loysa teir ella at geva okkum tað røttu hugsaðan, so vit kunnu loysa teir á rættan hátt.

 

Jesus sá ein møguleika í teimum fimm breyðunum og tveimum fiskunum hjá smádreinginum, meðan Filip byrjaði at rokna út, hvussu nógvir pengar kravdust til, um so var, at teir skuldu keypa breyð til at metta allar munnarnar. Á sama hátt vil Jesus eisini í dag síggja okkara trupulleikar og ivamál á ein heilt annan hátt enn vit vilja gera. Skulu vit fylgja Jesusi, so mugu vit neyðturviliga hava trúgv. Eingin uttan Jesus kundi síggja nakran útveg við teimum fimm breyðunum og teimum tveimum fiskunum. Og so var tað enn tá, at øll manna fjøldin kundi eta so nógv tey orkaðu, og hóast tað, so kundu lærusveinarnir fylla uppí 12  tægur av molum, sum lupu av.