22. jun, 2013

Trot

 

 

Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. (Jóhs. Op. 2, 4)

 

Nøkur uppliva umvending frá einum eygnabrá til annað, onnur koma meira spakuliga inn í hana uttan at kunna siga tíð ella dato. Hjá temum flestu tendrast tað saman við umvendingini ein sterkur kærleiki til Jesus, sum fáa kunnu siga heilt nágreiniliga frá við orðum. Einki er nóg gott og stórt fyri Jesus, sum kom so álvarsliga inn í lívið hjá hvørjum sær. Tey syngja við stórari gleði sangir, sum virkuliga æra og prísa Jesusi, og lyfta hansara navn høgt.

Men kærleikin tornar mangan upp, uttan at ein varnast tað. Lovsangurin tagnar, eins og tann brennandi vitnisburðurin og frímóðið, ið vístur var. Tað er bert eiti av tí kristna navninum eftir, og ikki longur tann hvassa ans til at skilja ímillum teir følsku  boðskapir, sum boðaðir blivu. Og tey lata sær linda, at tann læran Gud hatar, fær loyvi til at trívast millum teirra.

 

Onnur koma meira hógliga inn í umvendingina, og tey steðga kanska skjótari upp, ja, kanska áðrenn tey koma til tað sanna sterka kærleiks forhold til Jesus. Til teirra er ávaringin: “Eg havi tað ímóti tær, at tú á ongum sinni hevur læti teg fylt av kærleika til mín!”