19. aug, 2013

Hendingar á vegnum

Hendingar á vegnum

 

Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð. (Luk. 10, 38)

 

Við at venda eygunum móti tí, ið fari er, so eru mong av okkara fetum til einkis, tí vit ganga í blindum. Tað eru tveir vegir, ið vit kunnu ganga, men eitt er til felags fyri teir, at byrjanin til báðar er at taka fyrsta feti. Ein lítil lutur, sum mangur trúði ikki hevði so stóran týdning, vísti seg at verða fyrsta feti móti glatan. Og avgerðin um at tæna Gudi var fyrsta feti á vegin til Paradís. Vit eru á ferð móti einum av hesum málum. Og vit mugu til eina og hvørja tíð kanna eftir, um vit eru á røttu leiðini.

 

Tað er lætt at missa tann rætta vegin úr eygsjón, um so er, at vit ikki fylgja tí leiðbeining, ið Gud gevur um hann.

 

Vit mugu til eina og hvørja tíð kann okkara fet og hava ein leiðara, sum leiðir okkum. Bíblian er okkara leiðari, og eru vit lýðin tí ávísing, so sigra vit yvir øllum teimum fjaldu freistingum, ið verða bjóða okkum á lívsins vegi. Vit mugu ikki ganga hissini leiðir, men hyggja eftir, um Bíblian sigur, at vegurin er gongdur, áður enn vit taka ta fyrsta feti á honum. Tú ferðamaður til halgan stað, miss ikki Jesus úr eygsjón! Ei villist tú í hans ferðalag, miss ikki Jesus úr eygsjón.

 Kom mær til hugs á møti í Libanon í Sørvági 18.08.2013