24. aug, 2013

Tak eina avgerð

Tað er betur at vera bangin fyri glatan, enn at liva í líkasælu og holdbundin, fyri so at vakna við ræðslu og sanna, at dyrnar til Guds ríkið eru latnar aftur um ævir. Gud hevur givið øllum tíð til at søkja hann, sum er upphav og aleinaður um at frelsa okkum. Men mong eru tey, ið misbrúka lívsins dagar. Og tann mest umráðandi boðskap um frelsu við trúnna á Jesus, hava tey á ongum sinnið havt hug til at hoyra. Fyri tey er øll vón úti, tá teirra avmálda tíð er at enda komin.

 

Gjøgnum tíðirnar hevur Gud ávara um fylgjurnar av at fara um mark í hansara viðtøkum og boðum. Hann vil, at tey gudleysu skulu venda um, og “at hann vendir frá sínum vánda vegi, so at hann má liva.” (Ez. 18, 23) Ein umvending er Guds treyt, so at vit kunnu verða við í skaranum, sum hann vil kennast við, tí ta má onki óreint koma í námind av Gudi. Og uttan at vit venda um til Gud, so er tað eingin møguleiki fyri at blíva frelstur. Einki minni enn Jesu blóð kann taka burtur ta órættvísi, vit bera í okkum, tí mugu vit føðast av nýggjum. “Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” (Jóhs. 3, 3)

 

Tað er tað, sum Gud vil at vit skulu náa. Vit mugu tí ikki standa still á hálvari leið, og ikki taka støðu, men taka eina avgerð og venda um til Gud við Jesusi!