14. sep, 2013

Hvat er eitt heim uttan Jesus

Sátan veit, hvat fyri ein týdning eitt heim hevur, har Jesus er Harri, tí roynir hann við allari makt og allari snildi at oyðileggja heimini. Hann fær ektaskapi at fara í tvíningar og setur mark millum foreldur og børn, millum ung og eldri og millum tey, ið eiga jarðiska góðsi og tey, ið einki eiga ella hava. Hann spjaðir fólkasløg og finnur uppá religiónir, sum eru í hansara hondum, og meira enn tað, hann setur menniskju upp móti hvørjum øðrum. Tað eru eingi mørk fyri, hvønn íblástur hann gevur fólki og ríki fyri at marki millum teir einkultu íbúgvarnar og land ikki er vinnandi á.

 

Vit eiga at elska okkara næst eins og okkum sjálvi. Sátan arbeiðir við fullari makt uppá at mótarbeiða hesum,  við at uppbyggja ein heim, har tað einkulta menniskja er sær sjálvum nokk. Um so er, at vit vilja standa honum ímót, so mugu vit víga okkara heim til Jesus og sjálv stríðast fyri at liva eitt heilagt og sámiligt lív. Tað er stríð um heimsveldið, maktina og um, hvør andi, tær stóru fólkamongdirnar skulu lata seg hugkveikja av. Tað stríði er ført inn í heimini, skúlarnar, samkomurnar og í okkara tíðindaflutning. Tí skulu vit hvønn dag verða á varðhaldi og standa ímóti teimum óndu ætlanum hin óndi setur í verk, og reisa okkum aftur, um so er, at hann vil gera sniðálop á okkum í nøkrum, sum vit ikki hava verði á varðhaldi fyri.