23. sep, 2013

Guds framíhjákrøv í lívið tínum (3

Tað síðsta kravi er heilagleiki. Tað orði er ikki nógv brúkt nú til dags. Heilagt hevur tann týdning, at seta til síðis til serstøk viðurskiftir ella seinri brúk. So sigur tú kanska: “Ja, men eg havi so mangar feilir!” Gud sóknast ikki eftir tí fullkomna, hann ynskir beinasemi. Bíblian sigur: “...at ein og hvør høvuðsprestur verður tikin úr mannaflokki...” Heb. 5, 1 Tey menniskju, sum Gud kallar, eru øll somul menniskjalig og hava manglar á ein ella annan hátt. Hví man so Gud kalla slík menniskju! Tí hann sjálvur er menniskja, “sum ein tílíkur, ið kann umbera hini fákunnu og villfarandi, við tað at hann sjálvur er fyri veikleika.” Heb. 5, 2

Míni foreldur ynsktu kanska, at eg fór at lesa til prest, sigur tú kanska. Gott, so eru her bæði góðar og minni góðar síður av somu søk. Tað góða við tí er, at lesturin kann gera alsk tín til Kristus djúpari, og gevur tær meira kunnleika um hansara orð. Tað vánaliga er, at tíni foreldur kunnu ikki kalla teg, tað kann bert Gud. “Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað.” Heb. 5. 4

Á hvønn hátt finni eg útav, um eg er kalla til eina tænastu? Burðarmagn ella gróðursemi!

Tá ættirnar í Ísrael blivu ósamdar um, hvør skuldi blíva høvuðsprestur, so segði Gud við Móses, at hann skuldi velja sær ein mann úr øllum teimum tólv ættunum. Stavarnir hjá teimum skuldi liggja frammanfyri ørkina fyri náttina, og tann, hvørs stavur blomstraði og barð frukt næsta dag, var tann, Gud hevði kalla.

Bíblian sigur: “Gáva, sum maður gevur, rúmkar fyri honum og leiðir hann fram fyri stórmenn.” Orð. 18, 16 Um so er, at Gud kallar teg, so vil hann opna dyr fyri tær, og seta á stovn tað hann vil og syrgja fyri øllum, ið tær tørvar. Tað einast hann biður teg um er, at hava ein lívshátt, sum er miðsavna um, at útinna hansara vilja.