3. okt, 2013

Teir hava onga umbering

“...teirra óskynsama hjarta varð hult í myrkri.” (Rom. 1, 21)

 

Vit vilja gjarna umbera okkum, fyri at fjala útyvir tað, sum vit eru, ella fjala, hvat vit ikki eru, kanska ein gekkaskortur. Men inni fyri Gudi hava vit onga umbering og kunnu ikki fjala fyri, hvat vit hava aftanfyri gekkaskortin, tí fyri honum er einki fjalt. Vit hava onga umbering fyri, at vit ikki kenna og halda hansara lógir. “Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins.” Tað hjálpir einki at halda sannleikan niðri, ella at mótprógva Guds tilveru. Tann russiski astronauturin meinti, at tá Gud ikki kundi síggjast í alheiminum, so er eingin Gud til. Men Gud er og var og blívur, meðan vit eru eins og ein roykur, ið sæst eina lítla stund, og so blívur vek.

 

Gud vil, at vit skulu kenna, æra og takka honum sum almáttugi Gud og taka ímóti hansara kraft, so at vit ikki geva eftir fyri okkara syndiga lyndi, og eins og sníkur ger álop á okkum og fær okkum at falla fyri freistingini, og at seta okkum sjálv í miðjuna heldur enn Gud. “teir sum skiftu sannleika Guðs um við lygn...” v/25

Gjøgnum hendan partin av Rom. br., so letur Gud okkum vita, at vit øll eru uttan umbering, um so er, at vit velja synda vegin. Muðurin á teimum vantrúgvandi  vil verða teptur á dómadegi. Allar umberingar um, at vit hava lati okkum leitt av vantrúgv, eru einki verdar. Tað er heldur eingin umbering fyri áhugaloysi fyri tí kristna. Gud hevur ávara okkum um fylgjurnar, tí eiga vit at vera alvakin og hjálpa hvørjum øðrum til, ikki at fjala okkum aftanfyri umberingar.