23. okt, 2013

Áhugaloysi

...Og kirkjuliðinum í Laodikeu skalt tú skriva: Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum – við tað at tú sigur: »Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð« (Op. 3, 14 & 16)

 

Við ánna Lykos lá Laodikea sum ein stórur, ríkur handilsbýur. Umleið 60 ár eftir Jesu føðing bleiv hann lagdur í oyði aftaná ein jarðskjálvta, men fólki í býnum var múgvandi, so at tey kundu endurreisa hann sjálv. Men í dag liggja teir mongu marmor bygningar í oyði, ikki so frætt sum ein lítil smátt er eftir. Og fátækir geitahirðar lata teirra fylgi eta millum tofturnar av teimum stásiligu gomlu borgum og sjónleikarhúsum.

 

Samkoman í Laodikea lurtaði ikki eftir metingunum, sum Gud hevði um trúgv teirra.

Tey sóu ikki seg sjálvan sum ein andaliga fátæk samkoma, og sóu yvirhøvur ikki at samkoman var blivin flógv. Tey fylgdu ikki Harrans boðum, men hildu áfram á teirra egna vegi. Ikki bert andaliga blivu tey spýtt út úr munni Guds, men eisini teirra stásiligi býur fall í órøkt, eins og tey sjálv.

 

Vit eru kanska meinlík hesum fólkum, ja, kanska meira enn við halda. Tey sóu ikki at tey vóru flógv. Tey trúðu, at tey vóru rík og sóu ikki, at tey vóru vesallig, syndarlig, fátæk, blind og nakin. Gera vit tað?

 

Í Orðt. 23, 26 lesa vit: “Gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl í eygum tínum.”