8. nov, 2013

Kraftin frá Harranum

...tá fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp! (Sl. 61, 3)

 

Tað, sum sær út fyri okkum sum ómøguligt, kann Gud hjálpa okkum við. Tað er hendan vitan, ið fekk Dávid til at mæla fyri munni: “Tí við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á virki.” (Sl. 18, 30) Tað var hendan kraftin, sum fekk Paulus til at halda út, tá hann uttan íhald fekk koyrilssløg yvir sín bera rygg, at vera í fangahúsi, mótgongd og vantandi fata millum síni egnu. Og tað er sama kraft, sum fær menniskju til at fara til fremmand lond, og liva í sakni fyri at boða Guds orð, og at bøta um likamligar líðingar.

 

Tað er altíð ein brekka ella fjall, ið er ov høgt fyri okkum at fara undir við egnari megi, tí má tað verða ein støðug bøn til Gud, at hann vil hjálpa okkum niðaná. Dánial og vinir hansara vóru tryggir í eldsovninum og í ljónsbølinum, tí at Gud var við teimum í vandastundini, Hann lyfti teir upp á trúar helluna. Og í tí stund, tá deyðin er komin til eitt blóðvitni, so er kenslan av kraft so stór, at tað er eins og einki kann røra tey sjálvt ikki óttin.

 

Gud er í og yvir øllum lutum. Einki er ógjørligt fyri Hann! Trúgva vit tí, so skulu vit ikki óttast tað ókenda ella tí brøttu brekkuna, sum er ógjørliga at fara undir aleina, men av teirri grund, at vit kunnu hava Gud sum okkara hjálpara, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum. Tá vit eru í neyð, so lyftir Hann okkara fót, so at vit standa á helluni.