9. nov, 2013

Umsorgan

Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni. (Róm 16,13)

 

Tað setur djúp og góð minnir hjá einum barni, tá tað blívur væl móttikið í heiminum hjá vinum sínum. Tað ræður ikki bert um hjá børnum. Paulus vísir her eina góða mynd um tað.

 

Paulus hevði ein góðan vin í Rufusi. Faðir hansara var Símin frá Kyrene, maðurin, ið hjálpti Jesusi at bera krossin út á Golgata. Móðir hansara møta vit so her, har Paulus heilsar vinum sínum í samkomuni í Rom. Hon hevði verið eins og ein móðir fyri Paulus.

 

Sjálvt um ein hevur verðins bestu mammu, so er tað gott at møta kærleika eisini hjá mammunum hjá vinunum. Vit kunnu hava tað í tonkunum, tá børnini koma heim við teirra vinfólki. Gev teimum umsorgan og gerð eitt pláss við døgurðaborðið. Tá sáðar tú gott sáð.

 

Mong børn mangla kanska ein faðir ella eina móðir. Vís børnunum umsorgan og kærleika. Ver eins og ein móðir fyri tey. Ella eins og ein faðir. Eg kann enn minnast, har eg sum smádrongur kom í heimini hjá foreldrunum hjá vinmonnunum. Tað vóru tey, ið opnaðu teirra heim og vístu kærleika.

 

Jesus kallar á okkum, um at geva teimum, ið ikki hava so nógv at geva aftur. Tað er kærleiki. Um so er, at tú ikki fært so ítøkiligt aftur, so fært tú tað, ið er mikið meira vert. Tú blívir vælsignaður av Gudi. Tað, sum vit gera móti okkara næsta, ta gera vit móti Jesusi, hann, ið elskar okkara næsta.

 

Paulus sendi eina eggjandi heilsan til mammu Rufus. Tað er nakað, ið fløvar. Á hendan hátt er tað góða lívið millum menniskju. Gud hevur ikki myndað okkum at vera aleina. Hann hevur myndað okkum fyri hvønn annan. Tá vit sum hansara børn liva gott saman, tá gleðist Faðir okkara. Og tá hava vit tað gott.

 

Rufusar familja er ein góð fyrimynd um tað kristnu familjuna. Tey høvdu ymiskar útbúnað og setningar. Ein bar Jesu kross. Ein var vinur og stuðul, og ein vísti móðir umsorgan. Á sama hátt kann Gud brúka teg sum ein krossberðara, ella sum eina mammu, sum matgerð og gevur umsorgan. Gud hevur eitt pláss til tín, ið ert ein limur á Jesu likami, eitt kærleikans samlag í tænastu fyri hann og mín næsta.