14. nov, 2013

Framíhjárættindi

Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara. (Gal. 3, 25)

 

Luther segði: Ein Kristin er ikki eitt menniskja, sum onga synd hevur, men eitt, hvørs synd ikki er írokna! Kristin hava serligframíhjárættindi, tí vit skulu á ongum sinnið verða dømd eftir lógini. Skuldu vit tað, so kundu vit á ongum sinni blivin frelst. Men ikki nokk við tí, at vit eru fría frá lógini, Gud kannar okkum rættvísina. Sælur er hann sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar. Sum rættvís standa vit rein inni fyri Gudi, hann hyggur ikki eftir okkara syndum og tað vit fattast, men at vit í trúnni á Jesus standa rættvís.

 

So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Sátan kann peika okkum á okkara syndir, men hann hevur ongi rættindir til at fordøma okkum, tí vit eru rættvísgjørd við trúgv á Jesus. Tað er ein náðigáva, sum ikki kann setast orð á, tí vit blíva rættvísgjørd við trúgv og eru ikki meira undir lógini, og at vit á ongum sinni kunnu siga Gudi takk nokk fyri tað, og um vit so høvdu tøkk á munni okkara hvørja stund vit vóru vakin.

 

Vit skulu læra okkum at hava álit á Gud, trúgv hevur eisini tann týdning, at vit hava álit á Gud og eru honum lýdni, og at vit seta okkara vilja inn fyri at ganga trúar vegin. Vit eiga ikki at gloyma tí røttu raðfylgjuna. Trúgvin fyrst, og alt annað, at laga seg eftir punkt fyri punkt. Tá verða vit knýtt tættari at Gudi.