19. nov, 2013

Hvussu ágrýtin eru vit, tá vit sóknast eftir vitan um Gud?

Um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna. (Orð. 2, 4 - 5)  Gud leggur ikki beinleiðis føði inn í munn okkara, vit mugu sjálv finna og fyrireika hann. Á sama hátt er tað við okkara andaliga mati. Vit mugu sóknast eftir tí og velja ein innihaldsríka andaliga føði. Og vit skulu sóknast við sama ágrýtni, sum vit vildu lagt fyri dagin, um so var, at vit funnu silvur.

 

 Hann, ið sóknast, hann finnur!, so ljóða Guds lyftir til okkara. Og tað er alt arbeiði vert at sóknast eftir, tí Guds orð fevnir um ósigandi skattir av dygd bæði fyri lív títt her í heiminum og í tí komandi. Vit finna ongar skattir, um so er, at vit bert seta stuttar stundir av til at lesa í Bíbliuni. Um vit bert róta runt her og har, so finna vit bert heilt vanligar smáar gráar steinar. Gud eggjar okkum til áhaldandi at halda á við at leita, tí tann, ið leitar, hann finnur. Og jú meira og djúpari vit róta, tess fleiri skattir finna vit, sum gevur okkum andaligt ríkidømi, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan, um vit vilja seta vón okkara til, at fullføra okkara reisu til tað himmalska føðilandið.

 

At tæna Gudi er yndisligt, og at ganga á hansara vegi gevur lívinum meining. Tí skulu vit róta og grava, og venja okkum til, at finna evnisliga føði, so vit kunnu blíva andaliga ríkari, so vit blíva reyst kristin, okkum sjálvum til nyttu og Gudi til æru.