29. nov, 2013

Hann hevur goldið fyri teg

Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? (Matt. 16. 26)

 

Tú ert dýrabarur í Guds eygum. Tað ynskir Jesus at greina í hesum ørindi. Ein sál – sjálvt  tann ringasta – hevur í hansara eygum meira virði enn alt  heimsins ríkidømi. Hvussu hongur tað saman? Jú, sálin er dýrabar, tí hon kemur at standa, tá alt annað ferst. Sálin er ódeyðilig!  

 

Hvønn týdning vildi alt heimsins ríkidømi haft fyri okkum, um so var, at vit fingu at vita, at vit skuldu doyggja í dag? Tað hevði ongan týdning haft fyri okkum, tí vit høvdu veri noydd til at sleppa øllum. Ikki tað minsta av hesum heimsins góðsi ella gulli kann ein taka við sær inn í ævinleikan. Her vil alt snúgva seg um tað eina: Havi eg eina frelsta sál? So hví seta vit ikki meira inn fyri at sál okkara fær meira føði, og seta alt inn fyri at fáa hana bjargaða?

 

Sálin er dýrabar fyri Gudi, grunda á tann høga prís, hann mátti gjalda fyri hana. “Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists...” (1. Pæ. Br. 1, 18 - 19)  Á Golgata bleiv heimsins hægsti prísur goldin fyri tína sál. Jesus gav sítt lív fyri teg á krossinum, og keypti teg frían til Gud, við sínum blóði.

 

Sátan veit eisini um prísin á sál tíni. Tí er hann eisini úti eftir henni. Hann setur alt inn, ið hann hevur til at taka, so at hann fær so mangar sálir sum møguligt at glatast, tí tað er eisini hansara lutur at glatast. Hann brúkar øll snildi,  fyri at draga okkum burtur frá Gudi og hansara vegi. Eins og hann freistaði Jesus, so freistar hann eisini okkum. Hann vísur okkum á øll heimsins ríkir og teirra dýrd, og so sigur hann við okkum: “Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.” (Matt. 4, 9) Mong tilbiðja furstan í hesum heimi og selja sál sína fyri eina stutta tíð, at njóta syndina og tað, ið henni  hoyrir til, og skal so bøta við, at vera um allar ævir í myrkri.

 

Hugsa um, tað stóra virði sálin hevur! Hugsa um, hvussu nógv stendur uppá spæl! Sel ikki sál tína, gev hana til Gud, við at yvirgeva teg til Hansara