5. dec, 2013

Gleði í væntan

Árhundraðir, sum blivu til ártúsund gingu áðrenn Guds lyfti í 1. Mós. 3, 15, um Frelsaran, sum skuldi knúsa høvur ormsins gekk út. Guds útsøgn í Skriftini um tann komandi Frelsara var so umfatandi, at øll, sum hildu seg til Skriftina, óivað hildu seg kenna tann Frelsara, sum skuldi lyfta fólki út úr tí andaliga myrkri, sum ein stórur partur av teimum vóru í. Tempul tænastan var fyri onnur blivin ein ábending, har tað bert var við vørrunum, tey vóru við í lovsanginum til Guds æru. Og hvørja ferð, at ein av profetunum talaði um tað komandi frelsu, so bleiv tað av mongum tikið ímóti við áhugaloysi. Tann undurfulli boðskapur, at tann tíðin, har frelsan er við at koma inn í heimin, tað kundu tey køldu hjørtuni ikki fata.

 

Hvussu bera vit okkum at? Hava vit gleðina í tí stóra lyftinum um, at sami Jesus skal koma aftur? Hann sum var, er, og verður um ævir, kom á fyrsta sinni í eyðmýkt fyri at vera tað Guds Lamb, sum skuldi bera heimsins synd. Tá vóru tað bert nøkur fá, ið tóku ímóti honum. Og tá hann kemur aftur, tá eru tað eisini bert nøkur fá, ið bíða eftir honum, og eru tilreiðar at taka ímóti honum. Eisini í dag er tað eins og við fólkinum tá. Varrarnar halda á av gomlum vana at æra Gud, men hjarta er ikki við í tilbiðjanin og lovsanginum. Vit ganga eini tíð í møti, har mangir av teimum stóru spádómum ganga út. Er vegur okkara her í heiminum, ikki í samsvar við Gud, so eru vit ikki tilreiðar, tá alt tað ónda, sum vit vita, vil koma, kemur yvir okkum.

Vel í dag hvønn tú vilt lýða. Kristus ella myrkurs drott! Vel í dag, um tú vilt víga lív títt til alt satt og gott!