6. dec, 2013

Fyrr spottari, nú Jesu ápostul

Paulus bleiv myndaður í Guds hondum, so hann ikki bert fekk eitt nýtt sinni og eina nýggja trúgv, hann bleiv lyftur upp, so hann fekk innlit í dýpdir Guds, og teir higartil fjaldu loynidómar, og so fekk hann kærleika til Gud og fekk treysti lagt niður í seg. Hann gloymdi ongantíð, at hann hevði jagstra Harran Jesus og hansara samkomu. Og hóast hann ikki beinleiðis skrivar nakað um tað, so er tað hóast alt, smáar ábendingar, sum týðuliga vísa á, at hansara ungdómsár tyngdu nógv í lívi hansara.

 

Í dag er Paulus bæði hataður og elskaður. Hataður av teimum, ið vilja nýtíðar gera Bíbliuna og taka burtur nakað av tí, hann skrivaði í brøvum sínum til samkomurnar. Og elskaður, tí vit í hansara brøvum síggja ein undurfulla greiðing av teimum trupulleikum, ið viðkemur lívi og trivnaði í samkomunum. Og tí hann talaði líka út av posanum, og kom ikki við væl formuleraðum orðum, sum hann óivað kundi so væl útbúgvin hann hóast alt var. Paulus var áhaldandi tann eyðmjúki tænarin og hansara lív er eitt lýsandi dømi um, hvat Gud er mentur, tá hann fær loyvi at stýra og ráða í lívinum hjá einum menniskja. Tað er ein vitnisburður til okkara í dag, um keri, sum kann blíva til eitt stórt vælsignilsi, tá Gud fær loyvi til at mynda tað. Vit hava vist mangan lindi til, at meta og seta í bás, men Paulus er ein vitnisburður um, at ein háðari, jagstrari og yvirgangsmaður kann blíva til eitt nýtiligt reiðskap í Guds ríkis arbeiði. Hann var ein persónur, sum vit eru stóra tøkk skyldig, og mugu takka Gudi fyri hann.