7. dec, 2013

Krýningardagurin

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann. Ják. 1, 12

Bíblian sigur, at fyri ein kristnan er deyðin ein vinningur. Tað er eins og ein trúnarvingur, sum kemur heim eftir at hava bart og stríðst í útlondum. Hann vendir heim til heimlandi og blívur krýndur við æru yvir sítt bragd.

Bíblian sigur at vit hava serrættindi og tó, so útlendingar í einum fremmandum landi. Hesin heimur er ikki okkara rætta heim, okkara borgaraskapur er í Himlinum. Jesus vil geva teimum sum eru trúføst, lívsins krúnu. Paulus segði: "Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara." (2. Tim. 4, 8)

Tá D. L. Moody lá fyri deyðanum, tá hugdi hann upp ímóti himlinum og segði: "Jørðin forgongur, men himmalin opnar seg, tí tað er tann dagur eg verði krýndur." Ja, deyðadagurin hjá einum kristnum, er tann dagurin tá ein blívur krýndur, og tá er at enda komi alt stríð, og er byrjanin uppá himmalsins dýrd og sigursfrøi.