4. jan, 2014

Verið brennandi í andanum

...Verið brennandi í andanum... (Rom. 12, 11)

 

Hvat mundi Jesus sagt, um so var, at hann var sjónligur millum tey kristnu í landi okkara í dag? Mundi hann haft hug til at tukta mong av okkum og kalla okkum fyri farisearar ella navna kristin, tí vit ikki eru brennandi í andanum? Fyri hann eru øll menniskju dýrabar, og hann rættur armar sínar út móti teimum, ið vita, at tey treingja til frelsu. Tað eiga vit eisini at gera, tí tað eru túsund, sum leingjast eftir at møta Jesus, men tey vita ikki, hvussu og á hvønn hátt tey kunnu møta honum. Tey hava roynt, við at koma til møtir og  djúphugsnan uttan at koma til nakað úrslit. Og tey fóru  syrgin burtur, við teirra longsul eftir eini meining við lívinum. Eru vit brennandi í andanum, so er ikki neyðugt hjá okkum at spyrja, hvat vit eiga at siga við viðkomandi, tí Guds Andi vil fylla okkum við tí kunnleika okkum nýtist til júst tað støðu viðkomandi er í.

 

Ella hvat vildi Martin Luther sagt, um so var, at hann var mitt ímillum okkum í dag. Hann kundi kanska fest týdningarmikil ørindi uppá okkara kirkjudyr. Tað stíva og eyðkenda, sum bert inniheldur tóm orð, vil blíva skift út við lív og anda og frælsi. Ikki frælsi til at synda, men frælsi til at lata okkum leiða av Guds Anda fyri at náa út til so mong sum gjørligt, sum hungra eftir Guds frelsu. Mong fjala hendan longsul aftanfyri ein múr, ið tey girða seg innan fyri, men saknurin eftir innihaldi í lívinum  nívir tey. Eru vit brennandi í andanum, so ganga vit sum Jesu sendiboð til teirra við boðskapinum um, at hann livur og er í millum okkum við síni kraft og náði, og vil geva lívi teirra eitt ævigt innihald.