26. jan, 2014

Harrans góðska

 

Alt hevur hann gjørt væl. (Mark. 7, 37)

 

Tað er í grundini sjáldan, at vit hoyra menniskju nevna hetta í teirra vitnisburði, at “Alt hevur hann gjørt væl.”  Mong menniskju skriva ella tala um Jesus, sum um tey ikki eru heilt nøgd við Jesus. Tí tey siga á ongum sinnið, at Hann hevur gjørt alt gott. Kanst tú siga tað, tá tú hugsar um, hvat Jesus hevur gjørt fyri teg?

 

Royn at hygg aftur ígjøgnum tíðirnar. Tað er so óendaliga nógv, sum vit hava gjørt galið, og so nógv misbrot, og so nógv menniskju vit hava sára og hava fari illa við. Og so mong, vit ikki gáaðu um, at hjálpa! Men Hann hevur veri góður ímóti okkum, og Hann hevur gjørt alt væl.

 

Tað kunnu verða tíðarskeið í lívi okkara, har vit hava ringt við, at fata Gud. Alt kann síggja so fløkt út. Vit hugsa, at Gud leiðir okkum eftir løgnum vegum. Og vit blíva freistaði til at trúgva, at Hann tekur feil. Seinri - kanska fleiri ár aftaná - fáa vit at síggja, at Gud fór við okkum á rættan hátt. Og vit mugu enn eina fer siga: “Alt hevur hann gjørt væl”!

 

Harrans størstu góðgerð síggja vit á Golgata. Gjøgnum Jesusar fullgjørda verk kann Gud bera frelsu til hvønn einkultan av okkum, og geva okkum ríkiliga av sínum kærleika, og bræða okkara ósemju og mótstøðu - og gera okkara hjarta móttakiligt fyri frelsunnar fullgjørda verki.

 

Tá vit ein dag koma til endan á vegnum heri í heiminum, og hyggja afturum okkum, so vilja vit óivað siga: “Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans.”  (Sl. 25, 10)  Og tá kunnu vit takka Honum.

 

Men lat okkum byrja við tí her og nú! Lat okkum í størri mun geva Gudi æru og prís. Lat okkum tilbiðja og lyfta Navn Hansar høgt, nú meðan vit eru ávegis og dagliga uppliva, at “Alt hevur hann gjørt væl”!