9. feb, 2014

Syndafyrigeving

…og taki burtur eftir einum degi misgerð landsins.  (Zak 3,9)

 

Gjøgnum tíðarinnar longu gongd, og til krossurin bleiv reistur á Golgata hevur einki kunna tikið okkara skuld burtur. Heldur ikki ofringarnar í Gomlu Pagt, sum bert vísta myndarliga fram móti tí degi, har Gud eftir einum degi vildi taka burtur ikki bert Ísraels, men alla verðsins synd. Jóhannes Doyparin segði um Jesus: ”Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóhs. 1, 29) Heimsins størsti tilburður hevur veri, og mong vita tað ikki – ella trúgva tí ikki – og liva víðari, eins og syndin ongan týdning hevur. Hvørt eitt menniskjans synd er goldin og fyrigivin. Men tað, ið er mest syndarligt, hendan fyrigeving er av mongum ikki heinta. Menniskju liva og doyggja uttan at vilja hoyra ella trúgva, at tað er ein Frelsari, ið vann teimum rættvísi, ið tey bert skulu taka ímóti.

”Eftir einum degi!” Tað kann eisini skiljast sum eitt eygnabragd. Mong fáa bert tómleika, illa hýrd og virðisleysir út av teirra lívið. Men í einum eygnabragdi kann hettan broytast, um so er, at vit taka ímóti Jesusi sum Frelsara. Tað er ómetaliga stórt, at hann á Golgata krossi doyði fyri okkum, berandi hvørt einasta menniskjans synd. Tað er ein boðskapur so undursamur, at øll mugu hoyra um hann. Paulus talar um trúðarinnar orð, ið kann frelsa. Men ”Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar?”(Róm 10,14) Vit eiga at vera sendiboð við boðskapinum um, at eftir einum degi tók Harri okkara Gud alla heimsins synd á seg. Tann, ið tekur ímóti hesum boðskapi, kann eftir einum eygnabragdi fáa Jesus inn í lív sítt.