15. feb, 2014

Høvuðsreingerð

Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: »Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í onnur klæði! (1. Mós. 35, 2)

 

Við jøvnum millumbilum skal tað ruddast upp og gerast reint í húsinum. Tað skal runt húsi við støvsúgvaranum og turka støv av. Og so er tað tann árliga reingerðin, har tað verður gjørt meira grundiga reint, bæði í krókunum og í skápunum. Nøkur menniskju njóta tær stundir, tá tað verður gjørt reint, meðan onnur blíva við at útseta tað til síðstu løtu. Men tað skal gerast. Annars verður húsi ikki búgvandi í.

 

Á sama hátt er tað eisini við lívinum saman við Gudi. Jákup stóð yvirfyri einum slíkum stórvaksið. Hann hevði í mong ár flýggja frá Gudi. Í tí tíðini, hevði hann vavt seg inn í tí einu syndina snerru eftir aðra. Heim hansara var við tíðini fylt við lutum, sum høvdu samband við avgudadyrkan. Men Gud møtti Jákupi til seinast, og so mátti tað ruddast upp. Jákup var greiður yvir, at hesir lutir annars vildu koma til at tálma honum í, at liva eitt gott lív saman við Gudi

 

Høvuðsreingerð!

 

Latum okkum seta okkum sjálvum hendan spurning: Eru tað nakrir lutir í heimi okkara, ella í lívið okkara, sum skulu ruddast út?

 

Vit hava nokk ikki eins og Jákup hevði lutir standandi frammi, sum høvdu beinleiðis samband við avgudadyrkan. Men so hava vit vist mangar aðrar lutir, sum vit ikki meta at vera avgudar.

 

Tað kunnu vera nakrar bøkur, sum ikki áttu at veri har. Tað kann vera nakað, sum vit ganga høgt uppí, men sum er við at taka ræði og aðalmáli úr lívið okkara. Ella er tað ein óuppgjørd støða í familju ella vinaflokkinum?

 

Latum okkum verða hoyrilig yvirfyri Andans áminning, tá hann vísir okkum á eitt ella annað í lívi okkara, sum má ruddast út.