28. feb, 2014

Tryggleiki

”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?” (Sálma 27, 1)

 

Hetta er eitt frímóðið játtan av Dávidi. Hann veit, at Harrin er hansara ljós, frelsa og vernd, og hvat hann annars treingir til. Tí veit hann, at eingin fíggindi kann oyðileggja hann. Um teir so royna seg, so veit hann, at teir oyðileggja seg sjálvan. Hann er í Harrans skjóli! Harrin goymir hann í sínum høli á tí ónda degi, fjalir hann í sínum tjaldi.

 

Alt hetta er umráðandi hjá einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Tú sum hevur Jesus, kann við somu frímóð eins og Dávid, vitna um tryggleikan. Tú kann vitna, at tú er í Harrans skjóli líka so sikkur, sum hann visti tað.

Men  eg føli tað ikki soleiðis, sigur tú kanska. Eg føli meg alt annað enn tryggan; eg eri fullur av angist og ótta fyri framtíðini. Eg havi ikki á nakran hátt veri soleiðis, at eg veit, um Harrin vilhjálpa mær.

Tá kann tað vera nyttugt at spyrja: Hvussu føldi Dávid tað, tað ferðina hann avlegði hetta frímóðiga játtan?

 

Tá var hann mitt í einum andaligum myrkri. Hann var júst í tí støðu, at hann føldi seg givnan upp av Gudi, og merkti tað, sum tað einastu rættvísu fylgju av síni synd og ótrúskapi. Tað síggja vit, tá vit lesa víðari í sálmunum.

Í hesi tungu støðu lyftir hann eygunum móti Harranum sjálvum og vitnar við frímóð, ikki út frá sínum kenslum, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!”

 

Fest tú eisini tíni eygu á Jesus!

 

Títt frímóð skal ikki vera í tínum kenslum, og tað sum tú sært hjá tær sjálvum. Men í honum, sum hevur tikið burtur tínar syndir og sum í sannleikanum er títt ljós, tín frelsa og tín vernd.