12. mar, 2014

Broyt hugsan

Vit minnast fiskarnar, sum vit ótu fyri einki í Egyptalandi...(4.Mós. 11, 5)

 

Tað var í tí tíðini meðan tey ferðaðust í oyðumørkini. Ísralittanir høvdu veri ávegis móti Kánans landi eina tíð, og nú var tann fyrsta gleðin í hugsanini um tað lovaða landi við at hvørva. Lívið í leguni var ikki tað, ið vænta var. Tey hugsaðu um Egyptaland og søgdu: Vit minnast fiskarnar, sum vit ótu fyri einki í Egyptalandi...

 

Tann mynd, sum er tikin av Ísraels fólki her, er ein sonn mynd av Guds fólki til allar tíðir. Vit kunnu koma til at leingjast eftir heiminum, og hennara larmi. Vit kunnu koma til at øvunda menniskju, ið ikki rokna við Gudi, teirra sorgleysa lív, og vit minnast ríkidømi tá. Vit døma um áður, og nú við okkara egnu eygum, og so sita vit har. Tað kann verða vandamikið at minnast aftur á gamlar dagar!

 

Hvat var galið? Hvat tóku vit feil av? Jú, vit sóu lívið saman við Gudi, út frá okkara likamligu tankagongd. Tað vil siga, vit hava fingið tað hugsan, at kristnilívið á jørð, má verða at líkna við tilveruna í paradís. Tann, sum gongur við eini slíkari hugsan, hann verður vónbrotin, tí kristnilívið er ikki uttan útreiðslur. Um vit ikki vilja gjalda hesar útreiðslur, fer ein villur av sannleikanum bæði um seg sjálvan og Gud. Og ein situr eftir við tí uppfatan, at Gud er smáligur við sínum gávum, og ein verður ónøgdur við síni náði systkin. Tá er ein komin út í vantrúar díkið, og tað er vandamikið.

 

Um tú, sum lesur hetta ert komin í hetta díkið, so er tað,  tað besta, ið kundi henda tær, um tú kom í sálarneyð fyri at sál tín kundi frelsast. So tú ikki bert hyggur eftir tíni hjartans tráan og tað, at hava tað gott, men kom at síggja, at eftir hetta lív, er tað ævinleikin fyri teg.

 

Og kanska var fiskurin í Egyptalandi, ikki so góður, tá alt er írokna.