19. mar, 2014

Bjarging

Tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi. (Heb. 4, 5)

Hann rættvísger tann ógudiliga.

Tað kundi ikki veri sagt sterkari. Tann ógudiligi  fær játtan um, at hann er rættvísur, bert tí hann trýr, uttan at hann hevur gjørt seg tilreiðar, ei heldur ein spíra til eina betur lívsførslu í lívinum. Tann ógudiliga!

Men tað kundi ikki verði sagt betur,- meira guddómligt meira vónríkt. Tann ógudiligi, tann, sum ikki hevur nakrar góðar gerðir at vísa á, einki, sum kann standast fyri Guds eyga, hann, sum kannar orsøk og sinnalag, - hesin ógudiligi syndarin fær tað váttan, at hann er fríur og rættvísur. Hann leitar til sítt hjálparloysi og angist inn til Guds náði, og har verður hann fjaldur í Kristi rættvísi. Hann veit heldur ikki sjálvur, um hann hevur tað, sum Skriftin kallar: “Trúgv!”  Men hann suffar í hjálparloysi um bjarging. Og tað er trúgv. Og so er hann frelstur!

Hesin ógudiligi syndarin, hann, sum ongar góðar gerningar hevði at vísa á, hann stendur fyri Krists skuld rættvísur yvirfyri Gudi. O, tann undurfulla náði.