22. mar, 2014

Ein er deyður fyri allar

Ein er deyður fyri allar, tá eru teir allir deyðir (2. Kor. 5, 14)

 

Ein er deyður fyri allar!

 

Tað stendur ikki sum ein møguleiki, nakað, sum kemur at henda í framtíðini. Tað stendur har sum fullfíggjaður veruleiki. Ein hending, sum hoyrir søguni til, og sum á ongan hátt kann strikast. Ein er deyður fyri allar!

 

Tann eini er Jesus. Tú er eisini millum teir “allar”. Mordarar, horukallar, farisearar og egoistar, - ein er deyður fyri allar. Jesus er deyður fyri teg!

 

Tá eru teir allir deyðir, - t.v.s., at deyðin hjá tí eina, er galdandi sum um allir vóru deyðir, - tann eini bøtti fyri syndirnar hjá øllum, og tað vil so siga, at tað kom øllum til góða. Skuldin hjá øllum er goldin, tá tann eini hevði goldið. Hjá øllum, altso eisini tín.

 

So er bert eftir at trúgva tí, sannað, at tað er so, - og at alt hetta er títt, og tú kanst takka og verða frelst.

 

Jesus er deyður fyri teg!