20. apr, 2014

Lat eldin brenna

Eldurin skal altíð brenna á altarinum; hann má ongantíð kólna út. (3. Mós. 6, 6)

 

Eldurin skal altíð brenna á altarinum hjá einum Gudsbarni.

 

Ein eldhuga eldur bleiktrar eina stutta stund og fellur so niður aftur, og blívur bert til rúkandi gløður í øskuni. Á hendan hátt er lívið hjá mongum kristnum. Í serligum tíðum verður blást lív í gløðurnar, so at tað verður til ein óverulig stóran eldsloga. Ein blívur við eina stutta tíð at leggja afturat eldinum, men so blívur ein troyttur, og eldslogin blívur minni og minni, og tað blívur kalt og myrkt umkring ein. Tey, sum høvdu leita sær inn móti eldinum, so leingi hann var stórur og bjartur, blíva standandi eina stund og kulsa, og so fara tey út í tann myrka heimin aftur.

 

Soleiðis sigur Harrin: Tað skal haldast ein støðugur eldur vera tendraður á altarinum, hann skal ikki sløkkjast.

 

Tann eld, sum Gud hevur tendra á altari tínum, má røktast vandaliga. Tað er tann javni eldurin, sum tað umræður, og ikki tann eyka, sum tók at loga upp eina stund. Ansa eftir at eldurin ikki sløknar. Minn teg sjálvan á, at tín altar eldur til eina og hvørja tíð má vera brennandi.