16. maj, 2014

Andans ávirkan

Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. (Jóhs. 16, 8)

 

Heilaga Andans gerningur er at sannføra. Jesus er ikki komin í heimin til at tvinga nakran til at umvenda seg. Heilagi Andi tvingar heldur ongan, men arbeiðir støðugt við at sannføra. Andin ræðir heldur ongan inn í Guds ríkið. Hann sannførir bert. Men tað gerð hann so sanniliga til lítar. Einki menniskja ferð í æviga glatan, uttan at Heilagi Andi hevur sannført tað um synd og náði.

 

Jesus er komin í heimi fyri at frelsa syndarar, eisini teir størstu. Á Golgata krossi gjørdi hann upp fyri alla rokningina hjá okkum. Hann mátti gjalda alla rokningina við sínum blóði. Heilagi Andi hevur sannført okkum um, at tann størsta syndin er, at vit ikki trúgva á Jesus, og at venda honum ryggin, tá hann kemur til okkara og spyr um álit. Jesus kallar okkum frá einum lívið í synd til eitt lív í trúgv. Og tá hann kallar,  tá hava vit tveir møguleikar: trúgv ella vantrúgv.

 

Tann, sum trýr á Jesus, hann sleppur undan at svara á dómadegi. Jesus hevur jú svara fyri hann! Tað er okkara bjarging.

 

Hvat vilt tú gera, tá Andin sannførir teg? Vilt tú bíða og vóna, at tað skal henda nakað meira? Ætlar tú at bíða til Gud vil noyða teg til umvendilsi? Tað vil hann ikki gera. Hann hevur bert eitt háttalag til tína frelsu, og tað er at sannføra teg. Vilt tú ikki fylgja tí sannføring, sum Guds Andi hevur virka í tær, so hevur Gud heldur ikki ein kjans at bjarga tær. “men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið” (Jóhs. 3, 36)

 

Við at halda fast við okkara hugmynd, so er stórur møguleiki fyri, at vit koyra okkum niður. Men vit kunnu eisini læta okkum sannføra av Andanum.