23. maj, 2014

Vel tann rætta vegin

...Tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond... (1. Tim. 5, 5 – 6)

 

Tað finst óivað tey, sum Gud stendur ímóti. Tey dramblátum!

 

At hava Gud ímóti sær má vera eins og støðugt at ganga ímóti einum múri, sum hindrar vegin hvønn veg tú enn velur. Tá Gud er ímóti einum, so kann eingin makt í heiminum hjálpa einum. Um tú kennir á tær, at vegurin er stongdur við einum bummi, so kanna eftir um tað ikki er tí, at tú er dramblátur, tí at tín vilji er ikki boygdur inn undir Guds vilja.

 

So er bert eini ráð, at taka: “At eyðmýkja teg!”

 

“Tey eyðmjúku veitir hann náði!” Tá tú boyggir teg, tá blívur hann, sum áður stóð tær ímót og forðaði tær vegin, tín hjálp og tín opna hurð. Tú megnar einki ímóti Guds sterku hond, men undir Guds almátts hond megnar tú alt.

 

Fá ikki Gud til mótpart, tá hann fegin vil verða tín besti vinur.