30. maj, 2014

Undurfullur Frelsari

Syndir tínar eru tær fyrigivnar. (Matt. 9, 2)

 

Tað eru eingi orð, sum eg heldur vildi hoyrt av Jesusar munni enn hesi. Eg hevði gjarna vilja verði hann, sum lá við Jesu føtur, har Frelsarans eygu vóru fest á meg, ja, enntá við einum lyftum fingri peikandi á meg, og so hoyra hesi orðini tala av Frelsaranum sjálvum:

 

“Syndir tínar eru tær fyrigivnar!”

 

Men Jesusar orð eru ævig. Og tey eru galdandi enn í dag, og tey umfata eisini teg og meg, so statt at vit eru erlig yvirfyri honum.

 

Á, tann sæla! Mínar syndir eru fyrigivnar!

 

Tað er einki, sum er so ræðandi sum okkara syndir. Tey stóru føll og dagligu syndir eru ræðandi. Tað er einki, ið kann verða verri, og taka okkara megi frá okkum sum tað. Tær myrkja himmalin og taka gleðina frá okkum. Um hann dømir okkum til helvitis, so hevði hann rætt til tað, og vit høvdu tað uppiborið.

 

Og so sigur Hann mótsett: “Syndir tínar eru tær fyrigivnar!”

 

Stór gleði! Stór sæla! Stórur himmal!