31. maj, 2014

Syndajáttanin

Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1. Jóhs. br. 1, 9)

 

Okkara frelsa er samanknýtt við syndanna fyrigeving. At trúgva vil siga, at vit koma til Kristus við okkara syndum, og inn í Guds avdúkandi ljós, og at vit viðurkenna og siga honum sannleikan.

 

Tað er eingin møguleiki hjá einum menniskja, at sóknast eftir ella at koma til Gud, uttan at hann samtíðis vil leggja alla syndabyrðina fram fyri Jesus. Tað er jú henni tú skal frelsast frá. Syndajáttanin til frelsu er treytað av, at man veruliga viðurkennir sær  sínar syndir, at man viðgongur sína skuld yvirfyri Gudi, og sigur eins og Dávid: »Harri, meg náða! Grøð mína sál, tí móti tær eg havi syndað!« (Sl. 41, 5)

 

Tað hevur eisini við sær, at man ger upp við tað gamla lívið, og tí eisini við syndina. Tað dugir ikki at man heldur nakað fjalt. Tí Bíblian sigur: “Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn.” (Orð. 28, 13)  Og ein syndari, sum gjarna vil frelsast, hevur brúk fyri náði frá Gudi.

 

Tá í fyritreyt er tilsteðar, so má tað næsta feti verða, at syndarin fær sær skjól hjá Jesusi og hansara fullgjørdu frelsu. Eingin, sum leitar sær skjól hjá honum verður dømdur sekur. Hjá Jesusi blíva vit fríkend fyri synda skuldina og ábyrgdina  av syndini! Hann reinsar okkum frá allari órættvísini. At blíva frelstur vil eisini siga, at blíva rættvísgjørdur.

 

Sum frelstir syndarar  skulu vit dagliga liva í ljósinum og í syndanna fyrigeving. Vit hava støðugt brúk fyri, at blíva fyrigivin og reinsa frá órættvísini. Tað er gott, at vit kunnu seta okkara álit á Jesusar trúfesti. Hann vil taka ímóti okkum, umaftur og umaftur!