7. jun, 2014

Tænarar fyri nýggjum sáttmála

...tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar. (2. Kor. 3, 6)

 

Tænastan fyri tí gamal sáttmálanum var long og trupul og gav harafturímóti bert boðini: Tú skalt! og Tú mást ikki! Lóginsetti bert krøv omaná krøv, men gav onga kraft til at útinna hana. Men við tí nýggja sáttmálanum kom hesin undurfulli boðskapur: “Tað er fullgjørt!” Lógin bleiv við innsettan av tí nýggja sáttmálanum uppfylt til síðsta bókstav, tí Jesus doyði í okkara stað. Við at góðtaka, at vit hava synda, og angra okkara syndir og taka ímóti Jesusi, eru vit frelst av Guds náði. Tað krevst eingin dugnaskapur, eingi virðismikil offur, ongar tíma langar bønir, eingin svøvn mangul, hvíla, matur ella drekka.

 

Av teirri grund eru vit tænarar hjá tí nýggja sáttmálanum. Sum Guds samstarvsfólk skulu vit vitna um, hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum. Ein og hvør við byrðum av synd kunnu koma og fyri einki taka ímóti rættvísi og heilagleika frá Gudi. Og hann gevur okkum samtíðis eina nýggja føðing og ein undurfullan møguleika til, at siga farvæl til alt tað gamla í lívið okkara. Vit skulu ikki meira vera trælir undir heimsins lystum, men verða frí, undurfulla fríð, so at vit nú kunnu tæna Gudi í anda og sannleika.

 

Men tann, sum ikki ynskir at vera fríur, vil áhaldandi verða bundin av synda leinkjunum og dragast við gamlar byrðar uttan syndafyrigeving og uttan vón fyri einum nýggjum lívið í frælsi og gleði.