13. jun, 2014

Fyrigeving

Eg (Harrin) taki burtur eftir einum degi misgerð landsins. (Zak 3,9)

 

Gjøgnum allar øldirnar og til krossurin bleiv reistur á Golgata, hevur á ongan hátt kunna tikið burtur okkara skuld. Heldur ikki ofringarnar, sum vit lesa um í GT., sum bert vístu myndarliga tala fram móti tí degi, har Gud eftir einum degi vildi taka burtur ikki bert Ísraels, men alla heimsins synd. Jóhannes Doyparin segði um Jesus: “Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóhs. 1, 29)

 

Brorson hevur í jóla sálmi sínum hesi orð: “Men stutt er hin kunnleikin nomin, at rósan til jarðar er komin.” (MS. 108,3) Heimsins størstu tilburður hevur verið, og mong vita tað ikki - ella trúgva tí ikki - og liva víðari, sum um syndin ongan týdning hevur. Syndin hjá hvørjum einkultum menniskja er strika og fyrigivin. Men er ta ikki øtiligt, tí hendan fyrigeving liggur óbrúkt og er ikki avheinta, av tí, sum hon er til. Menniskju liva og doyggja uttan at vilja hoyra ella trúgva, at tað er ein Frelsari, sum vann teimum  eina rættvísi, ið liggur tilreiðar til at vera avheinta, og taka ímóti í trúgv.

 

Eftir einum degi! Tað kann eisini fatast sum í einum eygnabragdi. Mong fáa bert tómleika, dapurleika, og meiningarloysi burturúr teirra lívið. Men í einum eygnabragdi kann hetta broytast, um so er, at vit taka ímóti Jesusi sum okkara Frelsara. Tað er ómetaliga stórt, at hann á Golgata krossi doyði fyri okkum, og sjálvur barð hvørja einastu synd hjá hvørjum einasta menniskja. Tað er ein undurfullur boðskapur, sum øll eiga at hoyra um. Paulus tosar um trúar orði, og sigur soleiðis: “Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar?” (Róm 10,14) Vit mugu tí verða sendiboð, við boðskapinum um, at í ein dag tók Harrin okkara og Gud alla heimsins synd. Tann, sum tekur ímóti hesum boðskapi, kann í einum eygnabragdi fáa Jesus inn í lív sítt.