14. jun, 2014

Tú ert ríkur

Við tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld, samsvarandi góðtokka vilja síns. (Ef. 1, 5)

 

Vit fáa innlit í Guds æviga ráð.

 

Tað blívur sagt fyrst, at hansara avgerð var av fríðum vilja. Tað var einki at hava fyrilit fyri, eingin ella einki fekk hann at taka eina aðra avgerð. Bert hetta, at hann elskaði, men kærleikin gerð, at tann avgerð, ið hann tók, var tann allarbesta og vakrasta. Í sínum kærleika tók hann avgerð um, at vit fátæku syndarligu menniskju skuldu hava barnarættindi hjá honum. Vit fingu øll somu rættindi, og til seinast sjálvan rættin til at arva sjálvan himmalin.

 

Gleð teg, tú kæra sál! Gud hevur sjálvur givið tær barnarættindi. Tað er ikki tín avgerð, men hansara. Tú hevur av berari náði fingið barnarættindi. Kristus er blivin tín bróðir, og hevur við deyða sínum opna tær ein veg til øll himmalsins virðir, og givið tær loyvi til, at kalla Gud fyri Faðir tín. Tú ert í veruleikanum ríkur!