22. jun, 2014

Avdúkaður

»Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?« (Jóhs.Ev. 4, 29)

 

Tú er avdúkaður, soleiðis málbera vit okkum av og á í spølni. Men tá Gud sigur tað við okkum, so er tað álvara. Tí,  “ eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri.” (Heb. 4, 13) Gud kennir eisini hugsanir okkara, tí  Harri, tú meg  kennir. Sigur Dávid í Sl. 139. Og um Jesus stendur skriva, at hann visti, hvat menniskja hugsaði. Hann, hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt, segði kvinnan frá Sámaria.

 

Tað liva milliardir av menniskjum í heiminum. Og á hvønn hátt kann Gud kenna hvønn einkultan av okkum, og vita alt um lív okkara? Hann vildi ikki verði Gud, um hann ikki kundi tað. Vit áttu at haft meira áhuga fyri at vita, hvussu Gud ger tað? Fylgir hann við okkum eins og við eygunum hjá einum politimanni, ið kannar eftir um vit gera nakað skeivt og fáa okkum dømd fyri tað? Nei. Gud ger tað fyri at hjálpa okkum! Hann sær okkum við sínum kærleiksfullu Faðir eygum.

 

Hví avdúkar Jesus lívið hjá Sámariu kvinnuni? Bert fyri at hjálpa henni. Tá hon hevði sæð inn í seg sjálvan, soleiðis sum hon í veruleikanum var, tá føddist ein syndajáttan í henni, og harvið eina tráan eftir syndafyrigeving og frelsu. Sjálvandi var tað pínufult at blíva sett andlit til andlits við sína synd og skuld. Men tað førdi hóast alt til, at hon kom til trúgv á Jesus og kom inn á frelsu veg hansara.

 

Vit eiga at vera glað og takksom fyri, at Gud kennir lív okkara til botns. Tí, so kennir hann eisini okkara pínu og tár, og hann hevur samkenslu við okkum. Vit eru avdúka og tó elska! Undurfullur Gud.

 

Komi og síggi hann, segði kvinnan við øll, sum hon møtti á vegi sínum. Og við sínum einfalda vitnisburði bleiv hon eitt amboð til, at siga frá, so at mong frá hennara heimbýi  komu til trúgv á Jesus.

 

Hvussu við tær góði vinur, hevur tú ein eins góðan vitnisburð at bera, sum tann kvinnan við brunnin í Sikar hevði, tá hon hevði haft sítt møti við Jesus?