12. jul, 2014

Stundin er her og nú

Tí at hini tøldu árini líða, og eg skal fara ta leið, sum eg ikki komi aftur. (Job. 16, 22)

 

Lívið livst bert einaferð. Eg skal á ongum sinni venda aftur til tað petti av vegnum, sum eg longu havi gingið.

 

Ein álvarsom hugsan! Tað er álvarsamt, tá eg hugsi um tað strekkið, sum eg longu havi gingið, og sum liggur aftan fyri meg. Áh, Harri, fyrigev mær! Eg havi á ongum sinni fingið misbrot míni gott gjørd aftur.

 

Men tað er enn meira álvarsamt, tá eg hugsi um tað petti av vegnum, sum eg dagliga leggi afturum meg. Tað situr ein biddari við vegin. Fari eg framvið honum?  Tað er ein, sum ber uppá eina tunga byrðu, sum fer framvið mær. Hjálpi eg honum, at lætta um hana? Tað liggur ein, sum er fallin í ránsmannahendur. Eri eg tann miskunnsami samáriubúgvin?

 

Á hvønn hátt livi eg? Á hvønn hátt tosi eg? Dømi eg? Hvat syndið eg við?

 

Stundin kemur á ongum sinnið aftur. Tann vegur, sum er gingin, og lagdur aftur um, hann skal eg ongantíð aftur ganga.

 

Harri, hjálp mær at ganga varisliga og vaki dag eftir dag.