14. jul, 2014

Kallan

Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar. (Matt. 9, 13)

 

So er Hann júst komin fyri at kalla teg! Kanst tú tá ivast um, at Hann vil hava nakað við teg at gera. Aðalendamáli við komu Hansara til  jarðar var, at kalla syndarar eins og teg. Hann elskaði teg so høgt, og Hann leingist so innarliga eftir tær, og at blíva tín Frelsari.

 

Hann læt tey rættvísu fara sín veg. Hann mátti tað, tí tey høvdu ikki tørv fyri Honum. Tey vóru í veruleikanum langt frá rættvís, men tey trúðu, at tey vóru tað. Tey vóru sjálvbjargin, sjálvglað, upptikin av teirra gudsótta og gudsdýrkan, og vildu ikki hoyra nakað um, at tey vóru syndarar, sum høvdu brúk fyri frelsu av náði.

 

Men tann neyðars, fátæki syndarin, hann, sum onga umbering hevði, sum mátti knógvað undir síni synd og sum skammaðist yvir hana, hann leitaði sær hjálparleysur yvir til Jesus. Og hann bleiv á ongum sinni koyrdur burtur frá Honum.

 

Tí, tú, sum leingist eftir hvílu, Kom! Hann er hin sami enn í dag: Frelsari fyri syndarar!