2. aug, 2014

Hann er nær

Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær. Tí at eg, Harrin, eri Guð tín, hin heilagi í Ísrael, frelsari tín. (Jes. 43, 2-3)

 

Tá tú gongur, sigur Harrin. Hann vil sostatt ikki fríða sítt fólk, fyri síðani at fara gjøgnum trongdir við teimum, men hann gevur teimum meðan tey eru ávegis eitt undurfult lyfti. Tað mesta ein kann óttast, tá ein gongur gjøgnum vatn er, at ein ikki fær anda, og harvið kann kvalast. Og streymurin, tann stilli, men sterki streymurin kann saktans taka ein av fótum, og harvið farast. Tað er enntá mikið verri at ganga gjøgnum eld, ein kann fáa ilt bert við at koma eitt sindur for nær, so tað má verða enn verri at ganga ígjøgnum eldin. Á hendan hátt kunnu trongdirnar merkjast hjá ein kristnum. Tær kunnu merkjast eins og ein vil drukna, ella missa fótafesti, ella føra ein við streyminum, ja, at ein er blivin sviðin og brenna heilt út.

 

Men Harrans lyfti ljóða: Eg eri við tær! Tað skal einki av hesum koma tær fyri. Við honum kanst tú trygt ganga bæði gjøgnum vatn og eld. Tí einki kann gera tær mein.

 

Tá trongdirnar av vatninum merkjast, sum vilja kvala teg, tá kanst tú fáa ondina aftur í náðar luftini. Og eg skal halda tær uppi við míni sterku hond ljóðar frá Harranum, tá flóðaldan er við at skola teg burtur, og føra teg vek við streyminum. Og eldurin skal ikki skaða teg, men bert geva tær tann reinsandi dóp. Eg eri við tær! Halleluja!!!