3. aug, 2014

Ævig frelsa

Og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu. (Hebr. 5, 9)

 

“Og tá ið hann varð vorðin fullkomin”, tað vil siga í lýdni. Umframt tað, so  mátti Jesus, hóast hann var sonur læra lýdni. Og tað lærdi hann gjøgnum líðingar.

 

Jesus mátt eisini ganga í lívsins skúla. Og tann lærugrein, sum hann lærdi var: Lýdni. Men hann gjøgnumførdi skúlagongdin eisini tann síðsta harða klassan: Getsemane, og stóð harvið tann síðasta partin, lýdni inntil deyðan, ja, krossdeyðan. Men tá var gerningur hansara at enda komin og sigurin vunnin, og ikki minst vegurin heim til Faðirin var opin aftur. Vit kunnu eisini nevna tað á hendan hátt: Okkara frelsa var blivin fullkomin. Og av somu grund bleiv hann orsøk  til æviga frelsu fyri øll tey, sum lýða hann.

 

Roynslurnar vóru harðar, men tess meira líðing, tess sælari fruktir. Hugsa tær: Orsøk til æviga frelsu! Kristus stendur eins og við eina keldu, har ævigar frelsu kreftir vella fram. Tann, sum kemur til hansara, kann, hóast sín lítilleika og synd fáa fyrigeving og æviga frelsu.