16. aug, 2014

Vernd og verja

...Harrin er lívs míns vernd...(Sl. 27, 1)

 

Eg treingi til eina verju.

 

Tí eg havi mangar og sterkar fíggindar, sum eru úti eftir mær til eina og hvørja tíð fyri at skaða meg, ja, enntá, at ræna lív mítt. Eg merki mangan á mær teirra óndu ætlanir.

 

Og eg eri sjálvur veikur og verjuleysur. Eg tori ikki heilt at líta á meg sjálvan og mína egnu megi, tí so veit eg næsta heilt fyri vist, at tað gongur galið.

 

Men Harrin er lívs míns vernd!

 

Áh, hvat eri eg ikki eydnusamur og tryggur. Tað finst ikki í allari tilveruni, ikki ein skapningur, sum er í so góðari varðveitslu sum eitt líti, hjálparleyst Guds barn.  

 

Harrin er mín vernd. Tað er ikki bert tað, at hann hevur bygt ein verjugarð runt um meg. Enntá tað vil verð ein tryggleiki. Men tað størsta er, at hann er sjálv verjan. Tað er enntá betur og tryggari. Tann, ið vil fáa meg at falla, má fyrst fáa hann at falla! Eg eri ikki til at taka og ikki til at sára, um so er, at eg fjali meg aftanfyri tað føstu verjuna, sum er Harrin sjálvur.

 

Hvønn skal eg tá óttast!