29. aug, 2014

Undurfullur friður

Men tá ið Heródes ætlaði at fara at føra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið. (Aps. 12, 6)

 

Ein undurfull nátt! Pætur skuldi doyggja dagin eftir. Og tað visti hann. Stutt frammanundan var vinur hansara Jákup bróðir til Jóhannes deyður á sama hátt. Hann bleiv dripin við svørði. So nú var tað Pætursa túrur. Bundin við tveimum leinkjum, tveir menn vóru á vakt hjá honum ein á hvørjari síðu, og aðrar vaktir frammanfyri dyrnar.

 

Men Pætur svav!

 

Tað var eingin angist, sum helt hann vaknan. Tað var eingin óuppgjørd søk við Gud, sum helt hann vaknan. Tað var álit og friður. Um so var, at Gud vildi seta hann fríðan, so vildi tað ikki verða fyrr enn í Harrans tíma. Og skuldi hann doyggja so var hann tilreiðar til tað. Sál hansara hevði frið, hann svav.

Ein undurfullur friður! Gud gevur okkum øllum til eina og hvørja tíð, tann frið, sum vit hava brúk fyri í eini og hvørjari støðu, í líðing, í einsemi, yvir fyri lívsins trupulleikum og óttan fyri deyðanum. Tann friður, sum ber av øllum viti.