Styrktur í neyð

Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg. (2. Tim. 4, 16 – 17)

Paulus bleiv førdur inn í rættarsalin. Hann er fangi. Eygu hansara reika um i salinum millum øll tey, sum vóru har, um ikki ein vinur skuldi veri har tilstaðar. Eftir einum vini! Hann longdist eftir kærleika, eftir at vita, um tað so bert var ein, ið stóð við hansara lið, men til fánýtis! Øll vóru farin frá honum. Rættarsalurin kendist tómur. Brádliga kendi Paulus seg so aleinaðan.

Tá biður Paulus hesa bøn: “Harri, lat hetta ikki verða tilrokna teimum! Fyrigev teimum!”

Tá kendi hann á sær, at ein kraft gjøgnum streymaði hann. “Gud er við mær!  Hann stendur her við mína lið! Hann er mín verji! Mín vinur! Hann styrkir meg! Hann fer ongantíð frá mær!”

Ongantíð leingjast vit so nógv eftir vinskapi og samkenslu, sum tá vit eru í trupulleikum. Er nakar av vinum tínum í neyð, so vís teimum kærleika í  dag. Ert tú sjálvur í neyð, so brigsla ikki vinum tínum fyri tað, um so er, at teir fara frá tær. Bið Gud um, at fyrigeva teimum. Og minst til, at Harrin er hjá tær. Hann vil á ongum sinnið fara frá tær. Tú ert ikki einsamallur.

Lyfti

Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín. (Jes. 44, 22)

Orði, ið vit lósu, hevur eina treyt: “Vend um til mín!” Og eitt lyfti: “Eg eri loysnari tín!”

Tann, ið livir í synda tokuni, fyri hann er tað eingin útvegur. Hann skal ganga frá tokuni inn í tað ævigu náttina. Tann, ið vil liva undir synda skýggjunum, vil snarljósi ein dag náa, og hann vil ein dag fáa at smakka fylgjurnar av síni synd.

“Vend um til mín!”    

Tað ljóðar eins og eini boð, ein innbjóðing. Orðini eru ikki ein lóg, men náði. Tú, sum hevur synda eins og ein tættur roykur, tú, ið hevur misgerðir eins og eitt svart skýggj, vend um til mín, kom, so sum tú ert. Eg eri loysnari tín. Eg skal spjaða tokuna, eg skal taka skýggini vek. Eg skal taka syndir tínar vek. Kom bert, kom. Eg skal endurloysa teg.

Ja, Harri, eg komi!

Jesus – Guds lamb

Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. (2. Mós. 12, 13)

Fyri mong bleiv tað ein ring nátt, tá deyðseingilin fór gjøgnum Egyptaland. Antin vistu tey ikki hvat Gud hevði sagt. Ella roknaðu tey ikki við, at tað í veruleikanum var satt. Men tað bleiv eins og Gud hevði sagt. Gud helt dóm. Tann avgerandi munur var, á hvønn hátt tað gekst, var blóði frá dripnum lambið smurt á durastavarnar. Tí har, sum blóði var, har vildi Guds vreiði ikki ráma.

Á hendan hátt vóru tey fyrstu páskirnar. Og hvussu løgi tað enn er at hugsa sær, so er tað eisini á sama hátt fyri teg og meg. Eins og Gud tá setti eina bjargingarætlan í gongd, so hansara vreiði ikki skuldi ráma tey, so gevur hann okkum ein útveg, so Guds dómur ikki skal ráma okkum. Okkara møguleiki er Jesus Kristus, og hansara deyði á krossinum fyri okkara skuld. Tann einasti møguleikin vit hava fyri at sleppa undan Guds rættvísa dómi fyri lív okkara, er, at vit í trúnni krøkja okkum til Jesus.

Tær fyrstu páskirnar var tað eitt lýtaleyst lamb, ið mátti doyggja fyri at menniskjuni ikki skuldu vera rakt av dóminum. Fyri meg og teg var tað ein sakleysur Jesus Kristus, ið ókravdur gav seg sjálvan til krossdeyða og dóm. Hann gav sítt lív, við at stilla seg har, sum Guds vreiði yvir syndina rakti. Hann gjørdi tað, tí hann elskaði okkum.

Jesus er, “tað Guds lambið,  sum tók burtur synd heimsins!”  Tað mást tú hava álit á. Hann tók eisini burtur tínar syndir. Og hann ynskir, at tú í dag, og á tí degi, tá tú skalt møta tí heilaga Gudi, skalt hava nyttu av, at hann doyði fyri teg.

Trúgv og liv í tí veruleika!

Grundin fyri, at eg skrivi ein tekst um páskir, er, at nú fjøllini verða gingin, so er so nógv tos um lomb og har nógv blóð rennur. Tí kemur mær til hugs, tá blóði rann á Golgata fyri teg og meg, har syndin fyrigivin var.

 

 

Verjan

Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur. (Jes. 54, 17)

Vit menniskju hava mong vápn til  at skaða hvønn annan við. Tað mest virkna eru ónd orð, lygn, slatur, svikaráð og loynilig ráð. Ringast er, um fleiri fara í felag um, at skaða okkum.

Men tann sum undir slíkum viðurskiftum kann varðveita sítt sinni óskalað, og uttan at geva rúm fyri beiskleika og hevndarhugi, vil hóast alt sigra til seinast. Um tú ikki sjálvur ert førur fyri at koma til sættis við teg sjálvan, so at tú í áliti letur sakina yvir til tín Himmalska Faðir, at taka sær av sakini.

Í dag kemur Gud sjálvur tær í møti við eini frálíkari fyrijáttan: “Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur.”

Tað kann vist mangan síggja svart út eina tíð í lívið tínum. Gud vil tá royna teg, og um tú av álvara vil yvirlata sakina til hansara, ella um tú vilt svara ónt við óndum, tað er tann grundleggjandi spurningurin. Halt teg kvirran í áliti á Gud, og í bøn fyri teimum, ið vilja skaða teg. “Um nakar ger seg inn á teg, er tað ikki av mínum ávum, falla fyri tær skal hvør, sum ger seg inn á teg.” v/15

Hjálpin er tær nærri, enn tú veitst!

Álit

Hvør, sum gongur í myrkri og ongan glotta sær, hann troysti á navn Harrans og vóni á Guð sín. (Jes. 50, 10)

Tað er ikki so lætt, at ganga í myrkri. At ganga vil siga, at vit ganga frameftir, men tá tað er myrkt, veit man ikki, hvar man skal seta fótin. Ein sær einki, tá ein skimast eftir ljósi. Man veit einki, hvat kann henda einum, og man óttast fyri, at man er umringaður av vandum og fíggindum, sum man ikki sær. Nei, tað er ikki lætt, at ganga í myrkri.

Men eitt satt Guds barn veit tó, hóast alt, hvat hann eigur at gera. Um ein ikki sjálvur kann síggja vegin frammanfyri, og ikki veit um teir vandar, ið hótta, so setur hann sítt álit á Harrans navn, og søkir sær stuðul hjá Gudi. Gud kennir vegin! Hann sær vandarnar! Hann hevur júst tí lati tað blíva so myrkt, fyri at tú aftur skalt læra at seta títt álit til hansara. Tú mást ikki verða sjálvráðin og eginsinnaður. Lat Gud ráða og leiga teg. So skal hann nokk lata tað blíva ljóst fyri tær, men tú mást fyrst læra at hava álit á hann. Og tað lærir tú best í myrkri!

 

Uppgerð

 Eg vil ikki longur vera við tykkum, um tit ikki beina fyri øllum, sum bannført er. (Josva. 7, 12)

Gud tolir ikki kávalótir.

Tað bannlýsta má ruddast av vegnum, út úr teirra miðju, annars vil Harrin ikki verða við teimum longur.

Kæra sál, er tað nakað bannlýst í lívi tínum. Eitt sindur ella nógv? Torir tú uttan at himprast, at opna øll tjøld í tínum leiri, og lata Gud sjálvan kanna eftir tí heila.

Og ert tú tilreiðar til, at fáa alt burtur, ið hann peikar á?

Og í dag ljóða orðini álvarsamt til tín: “Eg vil ikki longur vera við tykkum, um tit ikki beina fyri øllum, sum bannført er.”

Tað er ræðuligt, um Gud skuldi tikið seg aftur. Tað hevði veri ein stór vanlukka, og ein óhugnaligur tómleiki. Lat heldur tað ónda fara. Tað er tað bannlýsta, sum er forbannað.

Tann dag, tú ruddar tað út úr tínum leiri, so vil tað kennast eins og tú ert blivin frígjørdur av nýggjum, nakað ónt er tikið burtur, nakað sjúkt er lekt. Og so vil Gud fylla tín leir við síni dýrd.

 

Guds kraft

Og við hetta strevist eg eisini, við tað at eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft. (1. Kol. 29)

Eg stríðist! Tað kann vist sigast um so at siga øll menniskju. Arbeiði varar sum oftast frá morgni til kvølds. Tað tekur hart uppá kreftirnar, og við hvørt eisini uppá sinnalagi!

Men Paulus tosar um eitt arbeiði sum er í kraft. “Eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft.”

Og lovaður verði Gud, at tann máttur er enn tilstaðar. Eg skal verða fríaður frá, at streva í egnari megi. Eg skal blíva fríur frá innihalds leysum og einkis sigandi arbeiði. Harrin vil læra meg at gleðast um arbeiði. Og gleðin vil geva mær styrki. Guds kraft skal virka stórt í mær.

So beri eg fram mín veikleika, hjálparloysi, mína møði, illa til passar, mínar vanar og mín óróliga tuskan, mín gremjan og tvørheit fram fyri Harran, mín Gud. Harri tak tað heila frá mær. Og hjálp mær í dag, og allar dagar at stríðast í tíni kraft, sum virkar stórt í mær.

Íblástur frá einum degi, har eg stríddist í egnari megi, og gloymdi, at Harrin hevur lova , at vera mín styrki í øllum viðurskiftum.

Eingin fordøming

So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. (Rom. 8, 1)

Hvussu ræðuligt má tað ikki vera at vita sær, at man er fordømdur!

Tað er einki suff, sum er meira pínufult enn tað, at vera fordømdur. “Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami?” (Rom. 7, 24) Í hesum suffi liggur ein neyð, sjálvshatur, vónloysi og glatan. “Eg neyðar menniskja!”

Men so finst tað ikki meira sæla  og gleimur enn í hesum orðunum: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.” Umskifti millum suff og gleim er hárfínt. Tað er einki samband í hugsunarháttinum. Tað er einki skilvíst samanhang. Tað er nakað ófatuliga stórt vit kunnu uppliva!

Ja, ófatuligt, óskiljandi, ólogiskt og so undurfulla stórt er tað, at ein ikki dugur at siga frá tí. Hugsa um tað eitt líti bil. Eg fordømda menniskja! Eingin fordøming! Eg fjali meg í Kristusi. Hann, sum eg eri komin til sættis við, og er mítt varafólk. Allar tær dømandi røddirnar mugu fara framvið honum. Allar ákærur mugu tagna yvirfyri honum. Og so mugu ákærurnar eisini fara framvið mær, ákærin má eisini tiga yvirfyri mær, tí eg eri jú fjaldur í Jesusi. Eitt við honum. Tí er tað eingin fordøming yvirfyri mær. Eg eri fríkendur. Eg eri frelstur. Eg eri í Kristi Jesusi

 

Styrkin í kvirruni

          Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera. (Jes. 30, 15)

          Kvirra er styrki.

          Stákan og skundan er veikleiki.

          Vilt tú verða sterkur, so lær teg at verða kvirran. Um so er, at tú livir friðleyst, so vilt tú missa tínar síðstu kreftir. Men, um tú vendir um, og blívur kvirrur, so skalt tú blíva frelstur og sterkur.

         Kvirra og álit eru ikki til at skilja sundur. Áliti føðist í kvirruni. Tann, sum  bert er eitt líti sindur stillur, hann fær bert líti álit. Í kvirruni møtir man honum, sum man gloymir, tá man skundar avstað. Tann, sum altíð hevur skund, hann hevur sett sítt álit á seg sjálvan. Tann, sum vágar at vera kvirrur, lærir at líta á Gud, og harvið blívur hann sterkur.

          Kæra pøsta og troytta kristna menniskja: “Vend við og vera kvirr, so skulu tit verða frelst. Í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.

Miskunn

Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. (Mika. 7, 19)

Kasta ein stein í havsins dýpi. Og royn so at finna hann aftur!

Guds náði er eins og havið, so stórt, so djúpt og so ótømandi. Mínar syndir eru kastaðar eins og ein steinur í havsins djúp. Eingin er førur fyri, at finna tær aftur. Tær skulu á ongum sinnið plága meg aftur. Tær eru fyrigivnar, gloymdar, tað er eins og tær ongantíð høvdu veri til. Soleiðis er tað, tá Harrin várkunnar okkum.

Sál, hví ert tú so mótfallin og bangin? Hygg eina stund niður í Guds náðins djúp. Tú er ikki førur fyri á síggja botnin! Sjálvt um tú heldur, at tú kanst síggja niður í dýpi, so er tað bert yvirflatan eyga títt treingir ígjøgnum, so óendaligt er djúpu í Guds náði havið.

Og har liggja syndir tínar grivnar!

 

Trúar heimurin

»Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?« (Jóhs. 11, 40)

Stóð og hugleiddi ein vakran dag í apríl um tann ófrásigandi  vakurleika, nýliga veltir teigar, heyggjarnir við grasi og blomstrum, fjøllini  við kava, og ein fløvandi sólstrála yvir alla náttúruna.

Men framvið mær gekk ein eldri maður, hann lyfti stavin fyri at vita um nakað var til hindurs á vegnum, sum hann gekk á og kundi verði honum til skaða. Hann var blindur!

Áh, tann stóri heimur av dýrd, ið liggur frammanfyri okkum í trúar ríkinum. Ja, vit ganga mitt í hesum heimi, men mangan starblind.

Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?

Vantrúgvin sær, tár, deyða, lík, gravir, sakn og ovurstórar trupulleikar.

Men vantrúgvin er blind yvirfyri Guds heimi, hvørs eygu blíva opna, við trúgv og síggja, møguleikar, lív, uppreisn, sigur, gleði, Guds dýrd!

Vantrúgvin blindar og tí vónloysi. Trúgvin hjálpir okkum at síggja, og tí verða vit glað. Tað er galdandi til eina og hvørja tíð. Tann, sum trýr, skal síggja Guds dýrd!

 

Óndar hugsanir

Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða... (1. Mós. 50, 20)

Frágreiðingin um Jósef og brøður hansara minnast vit frá bíbilsøguni. Brøðurnir hugsaðu ikki bert ónt um Jósef, teir vóru eisini óndir móti honum.

Sum vituligt er, so er ikki langt millum hugsan og gerð. Fyrst kastaðu teir hann niður í eina djúpan vatnbrunn, so seldu teir hann til nakrar keypmenn, sum kom framvið. Og tá teir komu heim, so søgdu teir ósatt fyri faðirinum, tá teir greiddu frá, at Jósef var blivin dripin av villum djórum. Tann eina syndin førdi til tær eftirfylgjandi.

Grundin til hesa óndu gerð var øvundsjúka. Jósef kundi meira enn hinir brøðurnir. Hann kundi millum annað týða dreymir. Brøður hansara høvdu fingið ilt eyga á honum, tí skuldi hann beinast av vegnum.

Frásøgan um Jósef hevur endurtikið seg mangar ferðir síðan. Fyrst skaðar man eitt menniskja grovt og uttan fyrilit, og eftir tað, so verjir ein sínar óndu gerðir við hjálp av lygnum, og roynir á tann hátt, at vaska sínar hendur. Ein tann týðiligasta hending frá Bíbil okkara, um sama evni, er tann viðferð Jesus fekk, tá hann gekk her á foldum. Hann var komin fyri at hjálpa menniskjum. Hansara endamál var at fyrigeva synd og frelsa menniskju frá glatan. Hann møtti einum og hvørjum við kærleika. Men ónd menniskju fóru í álop móti honum. Tey tóku hann til fanga, píndu og plágaðu hann, og til seinast krossfestu tey  hann. Tey hugsaðu ónt, og handlaðu ónt.

Men Gud vendi tí ónda til tað góða! Jesu líðing, hansara deyði á krossinum, hansara offurgerð og hansara uppreisn, hevur gjørt tað møguligt fyri okkum óndu menniskju at blíva frelst. Um vit taka ímóti hansara fullgjørda verki, so sleppa vit undan, at blíva straffa og at glatast.

Tað kom ein tíð, tá brøðurnir hjá Jósef komu í stórar trupulleikar. Teir vóru við at doyggja í hungri. Nú leitaðu teir upp teirra bróðir og bóðu hann um hjálp. Jósef hjálpti teimum. Hann helt av teimum. Hann hevði eitt milt lyndi. Hann lønti tí ónda, við tí góðum.

Hann er við

...í fjøruti ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað. (5. Mós. 2, 7)

 

Í hvussu mong ár hevur Harrin nú veri við tær?

 

Kanska ert tú ikki byrjaður, at liva saman við Gudi enn? So kann sigast, at tú tørvar alt. Ikki fyrrenn man tendrar ljósi, sær man, hvussu myrkt tað hevur verið, áðrenn man tendraði. Fyrst tá man kemur til at uppliva ríkidømi í Gudi, fatar man, hvussu fátæksligt tað lívið var, sum ein livdi.

 

Tí tann, sum livir við honum, kann siga eins og Ísrael: “Í so mong ár hevur Harrin, Guð mín, nú verið við mær, og mær hevur einki skortað.”

 

Men var ikki trot uppá bæði mat og vatn hjá Ísrael? Tey vóru í eini vánaligari støðu. Jú, Gud setti Ísrael uppá prøva. Tí tað ger hann við síni børn av og á. Á hendan hátt uppalir hann tey í kærleika. Men hann fríaði tey eisini fyri teirra neyð, og gav teimum ríkiliga, av tí tey trongdu til. Ísraels fólk gingu fjøruti ár í oyðumørkini, og Gud var við teimum hvønn dag, og teimum manglaði einki. Tann sami Gud livir enn í dag.

Tað rætta ferðalag

Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð... (Luk 10,38)

       

Við at hyggja aftur á lív okkara, so síggja vit, at mong av okkara fetum vóru til einkis, tí vit gingu í blindum. Tað eru tveir vegir, sum vit kunnu ganga á, men eins fyri teir  báðar er, at vit taka tað fyrsta feti sjálv. Men tað kunnu verða støður, har vit ikki hildu at tað hevði nakran týdning, og sum ikki kom okkum til hugs, men, sum vísti seg seinri at tað barð móti glatan, og hava ein ævinleikans týdning fyri okkum. Um avgerðina, at tæna Gudi, og verða við í hansara fylgi var fyrsta feti ávegis til Paradís. Vit eru á ferð móti einum av hesum málunum. Vit eiga áhaldandi, at hyggja rundan um okkum, og vita um, vit eru á rættari leið.

         

Tað kann verða so skjótt, at vit fara av tí rætta vegnum, um so er, at vit ikki fylgja teimum ávísingum, sum Gud hevur givið okkum um vegin. Tí vegurin gjøgnum heimin er mangan kronglutur, av og á gjøgnum blómuteigar, og so inn har ókrút valdar, og so har, ið grýtut er.  Sólin kann skína so fagurt, og skýggj kunnu leggja ein svartan skugga, vegurin kann føra heim, og vegurin kann føra burtur, vegurin gjøgnum heimin er kronglutur, og kann verða vandamikil at ferðast á.

         

Vit eiga tí, at ansa eftir hvar vit seta fót okkara, og hava ein sum førir og leiðir okkum. Bíblian er okkara leiðari, og eru vit líðin móti tí ávísing vit fáa frá henni, so sigra vit móti teimum væl fjaldu freistingum vit møta. Vit eiga ikki at ganga sum best ber til ella eftir hissini ávísingum, men eftir tí vegi, sum Bíblian sigur, at har er gott gangandi, áðrenn vit taka fyrsta feti  á honum. Tú ferðamaður til halgan stað, miss ikki Jesus úr eygsjón! Ei villist tú í hans ferðalag, miss ikki Jesus úr eygsjón!

 

 

Leygardagur 20.09.2014

Trúgvandi

 

Um tit ikki eru trúgvandi, skulu tit ikki verða búgvandi. (Jes. 7, 9)

 

Trúgvin sermerkir tað stóra antin ella, at vera ella ikki verða. Trúgvin er ikki nakað við síðuna av øllum øðrum, tí trúgvin er sjálvt grundarlagi, trúgvin er lívið, vantrúgv er deyðin. Trúgvin er, at blíva standandi, vantrúgv er at ganga undir.

 

At trúgva er at hava álit á Gud, og ikki á seg sjálvan. At trúgva er at síggja burtur frá orsøkum hvussu ymiskt er samansett og hvat náttúrulógin hevur at bjóða, men síggja uppá hann, ið hevur skapað alt, eisini náttúrulógina. Trúgvin spreingir tey natúrligu mørk, og nemur við Guds almakt. Vantrúgvin er tann plantan, sum veksur fram av sær sjálvum í tí natúrliga hjarta akrinum hjá menniskjanum. Trúgvin er Guds nýggja gróðurseting í tí endurfødda menniskjanum.

 

Men tann gróðursetta plantan fær føði av tí nýggju trúnni. Og vantrúgvin er deyði hennara.

 

Hvørja fer, tá tú skalt velja millum trúgv og vantrúgv, og tað gert tú dagliga, so verður tú stillaður yvir fyri einum valgið millum at liva ella at doyggja.

 

Vilt tú ikki trúgva, so skalt tú heldur ikki búgva. Harri, eg vil ikki doyggja, eg vil trúgva.

Tann tunga byrðan

Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. (Gl. 6, 2)

 

Vit eru ikki sett í heimin fyri fyri at gera lívið torført fyri onnur. Vit eiga ikki at “leggja kross” á onnur. Hvat er so grundin fyri, at vit so mangan gera tað? Er tað tí, at vit hava ov líti av Jesu sinnalag?

 

Um so var, at vit bert ansaðu eftir okkara atburði í ein dag, so vildu vit nokk funnið útav, at vit mangan leggja byrðar á onnur. Men hvussu langt er tað síðan, at tú hevur hjálpt einum øðrum menniskja, at bera tess byrðar? Mangan ganga vit heldur framvið enn at hjálpa!

 

Í frásøgnini um hin miskunnsama samáriubúgvan, tá møttu presturin og levittin á vegi sínum einum menniskja, sum trongdi hjartaliga til hjálp. Teir sóu hann, og teir høvdu møguleikar fyri at hjálpa, men teir gingu framvið. Teir vildu ikki vera við til, at bera hansara byrðar. Við at ganga framvið kalt og fyrilitarleyst, so løgdu teir eina eyka byrðu á tann, ið píndist, og tann byrðan hevur navni “ikki at blíva elskað(ur)”.  

 

Søgan hevur endurtikið seg mangan síðan. Vit hava mangan ein slíkan skund, at leggja byrðar yvir á onnur menniskju, sum hava nóg mikið frammanundan. Tann stakkal, sum stígur við síðuna av, hann blívur ikki bert fordømdur og lastaður. Hann blívur eisini útihýstur og spiltur út, og blívur mangan møttur við einum køldum eygnabrá. Hann fær lagt enn fleiri byrðar omaná yvir seg, enn tær, hann longu hevur frammanundan.

 

Vit síggja neyð, hvar vit enn koma, og kenna á okkum, at vit áttu at hjálpt. Tað eru høvi og møguleikar nokk, men vit ganga hóast alt framvið! Vit kundu í minsta lagi víst vilja til, at hjálpa. Bert tað gevur ein fløga og gerð byrðuna lættari. “Tann, ið ber byrðarnar hjá øðrum, hann uppfyllir lóg Krists.”

Hann eygleiðir teg

Eg veit, hvar tú býrt... (Jóhs. Op. 2, 13)

 

Hann veit hvar tú býrt, staði, húsi og kamari, og har tú gongur og gert tín gerning. Eygu hansara eru vend hagar, ið tú ert, um tað er dagur ella nátt er líkamikið. Hann kennir allar tær broytingar, ið hava veri tær fyri, og hann veit neyvt, hvat, ið skal henda tær. Hann veit nær tú skalt flyta, og hvar tú ætlar at seta búgv. Hann veit eisini, hvønn dag tú skalt flyta heim til hansara.

 

“Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er.” sigur Harrin við samkomuna í Pergamos. Tí vóru eygu hansara serliga vend móti teimum. Kanska býrt tú eisini nær við “Sátans hásæti”. Tú hoyrir heimsins larm, og merkir dagliga tað kalda vindblak frá menniskjum, sum hava sagt Jesus frá sær. Men minst til, at tú er ikki aleinaður. Gud veit hvar tú býrt, og hann kennir trupulleikarnar, sum tú hevur har tú býrt, og hann vil á ongum sinnið lata teg verða aleinaðan. Hann veit ikki bert hvar tú býrt, men hann vil eisini enntá seta búgv hjá tær, við allari síni kraft og náði.

Álit á orði

»Far tú, sonur tín livir!« Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. (Jóhs. 4, 50)

 

Maðurin hevði bert Jesusar orð, at halda seg til, men tað var nokk. Maður trúði tí orði, sum Jesus segði, og fór sín veg.

 

Hann hevði ikki nakað prógv, ikki nakað sjónligt veðhald um, at tað var satt, ikki heldur fekk hann eina innaru kenslu av, at drongurin var frískur. Honum nýttist ikki meira, hann var nøgdur við svari. Hann hevði meira álit á Jesusar orð, enn á øll tey ytru prógv og innaru kenslur.

 

Og um ivin kom á heimleiðini, og hann segði: “Tað kann ikki verða so, hugsa um hvussu sjúkur drongurin var, og var deyðanum nær. Tað er bert eitt gykl, tá tú kemur heim, so er drongurin deyður.” Men so vísti hann ivanum burtur frá sær við áherðslu og svaraði: “Nei, nei! Drongurin livir! Jesus hevur sagt tað.” Og so trúði hann, og gekk víðari, og kom heim til ein frískan drong.

 

Tað er einki, sum er so vist og álítandi, sum tað, ið Jesus hevur sagt. Tínar innaru kenslur broytast. Eitt hvørt ytri prógv kann hvørva. Men tað, ið Jesus hevur sagt, stendur fast. Og ta heldur, trúgv tí!

 

Nøgdur við tað eg havi

Tí fátækum hann stendur við lið fyri at frelsa hann frá teimum, ið hann døma. (Sl. 109, 31)

 

Harri eg eri fátækur! Tá eg hugsi meg væl um, um mína støðu, og geri mín roknskap upp, tástani síggi eg hvussu fátækur eg eri í grundini. Eg skammist, og kenni meg so ósigandi fátækan, tá bæði mín trúgv og mín kærleiki, mínar bønir og upplivingar, mítt arbeiði og mínar gerðir koma í títt andaliga ljós

 

Og tær mongu  røddirnar, sum tá vilja døma mína sál. Eg havi nokk uppiborið, at blíva dømdur. Mítt hjarta vil nokk svara: “Amen til allar teir fordømandi dómar.”

 

Men tú sigur ikki amen. Tú kemur yvir á mína síðu og blívur mítt ábyrgdarfólk. Áh, tú trúfasti Frelsari! Tú sum mátti gjalda ein høgan prís fyri meg! Takk at tað er satt. “At tú stendur við høgru síðuna á teimum fátæku, og at tú fríðar hann frá teimum, ið døma sál hansara.”

 

Tá tú ert við mína síðu. Tá mugu allar tær dømandi røddirnar tagna. Tí tú hevur fríkent meg og gongur í mínum stað. Tín rættvísi er ognast mær í tínum navni Jesus. Títt ríkidømi er mítt eisini. Takk, takk, at tú stendur við síðuna hjá teimum fátæku. Harri, far ikki frá mær!

Gleði í mótgongd

Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og søgdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Áps 14,22)

Tað finst einki betur enn, at velja Jesus sum Frelsara og Harra, tí allir hansara vegir eru fullir av náði og sannleika. Har onnur bert finna tómleika, har møta vit, sum fylgja Jesus, lív og gleði. Men lívið saman við Jesusi er ikki heilt uttan stríð. Jesus tosar um, at hansara eftirfylgjarar fyri hansara skuld eiga at ganga ígjøgnum mangar trongdir. Vit mugu ikki halda, at eins og nøkur boða, at vit eru frítikin fyri trupuleikar og sum harvið hvørva.

Jesus møtti trupuleikum og gekk sigrandi ígjøgnum teir – ikki rundan um teir. Tann sama vegin eiga vit at ganga, um so er, at vit skulu inn í Guds Ríkið. Bíblian talar greitt um tað: ”So framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.”  (Róm 8,17)  Slíkar trongdir eru av dupultum tídningi. Tað koma freistingar frá okkara gomlu natúru, sum í sær sjálvum er vantrúgv, sum er hørð og tvør og áhaldandi hevur hug til syndina. Og tað eru trongdir frá hesum heimi, ið krossfestu Jesus, og síðan hava stilla seg treyðugan yvir fyri Jesu eftirfylgjarum. Játta vit okkara trúgv á Jesus, er heimsins há og spott ikki langt vekk.

Skuldu vit tá ynskt, at ongar trongdir vóru? Nei! Paulus skrivar: ”vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð”.  (Róm 5,3)

Uttan trongdir eingin krúna. Lovaður verði Gud fyri hvørt menniskja, ið gongur í Jesusar fótasporum!

Guds stórleiki

Um undurverk øll hans mælið! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! (Sl. 105, 2-3)

 

Bert tað, at halda Bíbliuna í hondini er eitt undur. Nógv er gjørt burturúr, at oyðileggja hana, men Gud hevur varðveitt hana til nú. Jesusar lív og gerningur her í heiminum var eitt undur - eitt satt menniskjalív, men uttan synd! Hansara deyði og uppreisn var eitt undur. At vit kunnu verða fødd av nýggjum er eitt undur. At koma til at hvíla í, at syndir okkara eru fyrigivnar við trúgv á Jesus, er eitt undur. Og at Gud kann broyta menniskju er eitt stórt undur, at vit kunnu ikki fata tað til fulnar.

 

 

Undrini, sum Gud hevur opinberað, er okkum altíð fyri eyga. Men tað størsta undrið er, at menniskja er samansett av anda, sál og likam, og ikki mynda bert at liva her í heiminum eina tíð, men eitt ævigt lív heima hjá Gudi. Men grunda á syndina í heiminum og í okkum, so hava vit mist tann gudgivna reinleika og mugu tí, um so er, at vit vilja verða hjá Gudi, so mugu vit myndast um. Tað hendir við tí nýggju føðingini: “Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” (Jóhs. 3, 3)

 

 

Tá vit síggja øll Guds undur, tá mugu vit gleðast yvir hansara stórleika í skapanini, ja, í øllum tí, sum vit hoyra og síggja. Og ikki minst, at hann burturúr einum falnum menniskja, bæði til likams og sál, so kann Hann reisa ta uppaftur til eitt elskuligt, gott og gudsóttandi menniskja. Halleluja!!!

 

Umdømi

Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvør av øðrum, og søkja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði! (Jóhs. 5, 44)

 

Eitthvørt menniskja er av natúr ærukært. Hvør gleðist ikki um  eina heiðraða umtalu. Vit vísa frá okkum “eyðmýkt” og kenna á okkum samtíðis eina vælveru við tey heiðraði orð, ið blíva søgd og yvir okkara egna lítillætið. Í hjarta okkara geva vit tí rætt í rósar okkum, og vit taka alt samalt til okkum.

 

Tað er óverdugt fyri eitt menniskja at blíva bundi av æru og rósi frá menniskjum. Vit blíva harvið menniskjuna trælir. Vit blíva tí ófræls í orði og atferð, og mugu tí til eina og hvørja tíð taka atlit til, at á hvønn hátt menniskju meta um okkum, og hvat tey vilja halda um tað tey síggja. Og so skava vit burtur av okkum sjálvum, og blíva harvið ósonn í okkara medferð.

 

Jesus sigur, at ærusjúka tálmar trúnni. Trúgvin hevur bert eitt mál, Kristus. Hansara æra og hansara dómur er tað einasta avgerandi fyri tann, ið trýr. Hann nýtist ikki at hava fyrilit fyri nøkrum øðrum. Hann vil einki hava av sær sjálvum, men alt fyri Kristus. Menniskjans dómur og æra mugu víkja fyri Honum, sum er blivin trúgvin og alt lívsins endamál. Ærusjúkan má doyggja, har trúgvin livir.