Pálmasunnudagur

Hosianna, Dávids sonur! (Matt. 21,9)

Tað var nakað løgið yvir pálmasunnudegnum. Fagnaðurin til Jesus var í tí løtuni óivað meintur av hjarta, men tað var bert dámurin! Og skjótt vildi hann verða yvirstaðin, inntil áskoðanina, ið fólkið hevði, skuldi gera vart við seg. Og fólkið rópti : “Krossfest!”

Tað var ikki skeivt av fólkinum, at tey fagnaðu Jesusi. Hann hevði uppiborið fagna. Men tað skeiva var, at tey ikki løgdu hjarta í tað. Tey róptu: “Hosianna!” Hosianna hevur tann týdning. Harri frels! Tað er tann angrandi og sundurbrotni, sum rópar um náði og bjarging. Tann dámur, sum manglaði pálmasunnudag, var tann, sum skuldi vera, at bøta aftur tað, sum farið var, og til umvendilsi. Tann dámur, ið manglar bata, er vandamikil. Tann dámur er eins og bylgjan, hon fylgir við vindinum. Og ættirnar tær skifta so mangan.

Og hóast tað, so róptu tey Hosianna! Men hetta orðið var blivið einkisigandi, og hevði mist tann vakra dámin. Tað hevði ongan týdning á varrum teirra.

Í dag eru tað vit, ið hátíðarhalda pálmasunnudag. Vit eru á veg inni í páskavikuna, men vit eiga at gera tað við tí rætta dáminum. Vit rópa óivað eisini okkara Hosianna! Men er tað innihaldsleyst – ella er tað eftir sonnum bót og bata?

 

 

Mánadagur í dymbildagavikuni

Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd. Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. (Matt. 21,18 – 19)

Tað var mánamorgun. Og um náttina hevði hann óiva verið hjá sínum trimum vinum í Betania. Men tíðliga um morgunin fór Jesus avstað, áðrenn Marta visti av tí, so hon ikki nýttist at gera mat til ferðina. Og so bleiv Jesus svangur.

Eg hugsi, at eg kann síggja Jesus fyri mær, tá hann stendur har framman fyri fikutrænum – og lyftir tey stóru bløðini uppfrá fyri at fáa sær nakað av frukt. Hann smílist við hugsanina um, at fáa nakað av mati, men hansara smíl blívur til harm. Hann leitar runt á trænum, men har finst eingin frukt. Tá bannar hann træið í heilagum harmi. Træið skelvur eina løtu. Og við eitt eygnabragd, er tað gult og visnað.

Ein stór prædika fyri lærusveinarnar hjá Jesusi, og ikki minst hjá okkum í dag. Tað stóra blaðið á fikutrænum lovaði so gott! Og so var tað eingin frukt. Træið var so vakurt á at líta, men tað var í veruleikanum til onga nyttu. Á sama hátt, so sum træið var, kann menniskjalívið eisini vera. Gud gævi, at tað ikki ert tú, sum er soleiðis! Á hesum mánadegi sóknast hann eftir frukt hjá tær.

 

 

Týsdagur í dymbildagavikuni

Ver tú fyri Harranum stillur. (Sl. 37,7)

Vit eru í stillu viku. Tað er eins og vit alla tíðina ganga og bíða eftir onkrum, tað, ið skal henda skírishósdag og langafríggjadag.

Gud gævi, at dagarnir eisini í veruleikanum blíva stillir dagar. At tín sál blívur kvirr – kvirr fyri Harranum. Tað er tín innara kvirra, ið er tað týdningarmikla. Tað er so trupult hjá Gudi at tala, tá sálin er so ófriðarlig. Eitt og hvørt árin, sum tú fært frá Gudi, og tí æviga heiminum, tað kámast burtur av einum innara ófriði, og einum kroystum sinnið, tað fær ikki stundir til at festa seg. Tú blívur ov grunnskygdur og einkisigandi í tínum kristindómi.

Ein hevur samanborið Harrans vælsignilsi við døgg, men døggin fellur bert tær stillu næturnar. Sálin hjá menniskjanum skal vera eins og eitt lítið vatn, ið endurspeglar himmalin, men har sum vatni ikki er stilt, er eingin spegilsmynd.

Trúgv er kvirra! Tann, ið livur í vantrúgv, er uttan hvíld og er ófriðarligur. Tá ein er plágaður av gremjan, so er ein fjálturstungin og bangin. Men tá ein hevur álit á Gud, er ein kvirrur og álitisfullur. Í kvirru og áliti skal tykkara styrki vera. Tann, sum trýr, skundar sær ikki. Lær teg trúarhvíldina. Verð kvirrur yvirfyri Harranum.

 

Mikudagur í dymbildagavikuni

Latum okkum tí halda hátíð, ikki við gomlum súrdeiggi ella við ilsku og óargaskapar súrdeiggi, men við reinleiks og sannleiks ósúrgaðu breyðum! (1. Kor. 5,8)

“Ilsku og óargaskapar súrdeiggi,” tað ljóðar ikki so gott, so vit kenna okkum frítikin fyri tí. Óndskapur er alt tað, sum sárar tín næsta og ger honum mein. At lítilsgera, óvinaligur, allur óvinskapur, øll kegl, alt ósambæri, ja, alt illmæli í tí heila tikið. Alt tað, sum ikki er samansett av kærleika. Gudloysi er ein og hvør gerningur og ein og hvør støða, sum Gud ikki hevur hugna í. Alt tímaligt, alt vansketni, allur stuttleiki, allur handil og ein og hvør gerð, sum Gud ikki kann verða við í.

Hetta kallast fyri súrdeiggj, tí tað er so skjótt, at gjøgnumseyra alt deiggi. Tað skal ikki sera nógv til, hvørki av harðrendum ella tímiligum, áðrenn allur kristindómur hjá einum er merktur av tí.

Reinsa tí út! Í dag! Vilt tú halda høgtíð og minnast líðingar Krists, so vil fyri tær, við einum slíkum súrdeiggi í hjartanum, ikki verða tær til gagns. Tað vil oyðileggja øll Páskini fyri tær. Og til seinast oyðileggja teg. Reinsa tí út!

 

Skírishósdagur

Og hann tók breyð, takkaði, breyt tað og gav teimum tað og segði: »Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!«Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: »Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum.« (Luk. 22,19 – 20)

Í kvøldmáltíðini er tað Gud, ið ger gerningin. Og tað bert Gud! Ikki tú! Tað er ikki tú, ið gevur kvøldmáltíðini kraft, men tað er kvøldmáltíðin, ið gevur tær kraft.

Kvøldmáltíðin er hin sama, antin tú kennir teg ávirkaðan av dáminum og av Guds nærveru, ella um tú kennir teg turran og illa til passar. Tú skalt bert eta av tí, ið verður borðreitt fyri tær, við kvøldmáltíðini, og so virkar hann heilt av sær sjálvum. Tú ert ikki noyddur at biðja. Tín bøn nørir ikki um kraftina. Tað er heldur ikki neyðugt, at tú fatar, hvat fyrigongur við kvøldmáltíðina. Hvør fatar loyndardómin við kvøldmáltíðini?

Við kvøldmáltíðina kanst tú verða heilt kvirrur. Har er tað Gud, ið ger gerningin. Tær nýtist ikki at gera nakað annað enn at eta, - og so er Guds kraft tín!

 

Langafríggjadagur

Ein er deyður fyri allar, tá eru teir allir deyðir. (2. Kor. 5,14)

Ein er deyður fyri allar!

Tað stendur ikki sum ein møguleiki, nakað sum ein kann vóna kemur at henda einaferð í framtíðini. Tað stendur sum ein fullkomin sannroynd. Ein hending, sum hoyrir søguni til, og sum tí ongantíð kann takast av. Ein er deyður fyri allar!

Tann eini er Jesus. Tú ert eisini millum “allar”. Drápsmenn, horkallar, farisearar, egoistar og øll onnur, - ein er deyður fyri allar. Jesus er deyður fyri teg!

Tí eru teir allir deyðir, - t.v.s. at deyðin hjá tí eina er galdandi, sum um teir allir vóru deyðir – at tann eini mátti bøta, tað kom øllum hinum tilgóðar. Skuldin hjá øllum er goldin. Hjá øllum, altso eisini tín!

So er bert at trúgva tí, viðganga, at tað er soleiðis, - og so er alt hetta títt, og tú kanst takka og ert frelstur.

Jesus er deyður fyri teg!

 

Leygardagur í dymbildagavikuni

Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í. (Jóh. 19,41)

Jesus bleiv jarðaður.

Tí er jarðarferðin hjá øllum trúgvandi menniskjum vælsignað, og øll Guds menniskja gravir heilagar.

 Tað vóru kærleiksfullar hendur, ið fyrireikaðu Jesu likam til grøvina. Tey sveipaðu hann í línklæði og salvaðu hann við roykilsi og myrru, ið var kostnaðarmikið, vælangandi urtir, áleið hundrað pund. Einki var spart á nakran hátt, tá tað umráddi ein kæran, ið var deyður.

So er tað heldur ikki skeivt av okkum, at síggja til, at alt verður gjørt gott og við virðing fyri okkara kæru, tá tey eru deyð, og geva teimum eina vakra kistu, og vakrar blómur, alt eftir førimuni.

Grøvin er blivin eitt friðað hvíldarstað, tí at Jesus hevur ligið í eini grøv. Eins og blómurnar um várið spretta fram úr tí svørtu jørð, á sama hátt skal okkara likam ein dag standa upp úr tí svørtu grøv sum eitt dýrdarlikam. Grøvin er tann song, sum Gud hevur gjørt okkum tilreiðar til uppreisnar morgunin. Hon goymir nakað dýrabart, til tað tíð, tá tað skal íklæðast tað, sum ikki forgongur.

 

Páskadagur

Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. (Mark. 13, 2)

Tá sólin var komin upp-!

Eitt herligt sólarris! Ein undurfullur morgun! Grøvin var sprongd! Steinurin var rullaður frá! Jesus var upp staðin!

Ein nýggjur dagur! Ein nýggj tíð! Semja við Gud! Jesus er sigurharrin! Djevulin hevur tapt! Deyðans makt er brotin! Helviti skelvur! Jesus, heimsins frelsari, hann livir!

Eitt hvørt trúgvandi menniskja eigur at fegnast, og lovprísa tí upprisna Frelsara. Páskadagur sigur okkum frá, at Golgata er sigra! Gud hevur góðkent semjuna. Jesus rópti: “Tað er fullgjørt!”, og doyði. Faðirin svarar við at senda síni boð: “Hann er upp staði!”

So er himmalin opin yvir okkum Guds náðisól skínur yvir okkum! Okkum nýtist ikki at ganga í myrkri, tí sólin er komin upp. Okkum nýtist ikki at vera bangin fyri Guds vreiði, tí Jesus hevur gjørt semju millum Gud og menniskju. Okkum nýtist ikki at óttast deyðan, tí deyðans makt er brotin.

Øll sorg og øll neyð má flýggja! Jesus livir!

 

Annar páskadagur

Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur -! (Mark. 16,7)

Dagarnir eftir langafríggjadag mugu hava verið langir og tungir fyri Pætur. Ein skuldi kanska vænta at funnið hann við krossin. Hann var so at siga altíð tilstaðar, har nakað hendi.

Men Pætur sat í einingi og græt. Tað stendur at lesa um henda grátin, at hann var beiskur. Tað er annars ikki mangan, at vaksnir menn gráta. Sorgin hjá Pæturi bleiv víst størri, tá hann hoyrdi, at Jesus var deyður. Nú kundi hann á ongum sinni møta honum aftur. Seinast tá teir hittust, var hin morgunin í garðinum, tá hann bleiv tikin mitt í sínum fallið. Stór skomm og vónloysi! Óbótaligt fall!

Tá kemur ein rennandi tíðliga ein morgun. “Hoyr, Jesus livir! Pætur! Tað er ein serlig heilsan til tín! Hann vil møta tær aftur! Kom Pætur og síggj, at grøvin er tóm!”

O, tann stóra náði! So er tað hóast alt vón og fyrigeving. Pætur rennur. Ja, so satt: Jesus livir!

Eisini í dag varð send ein serstøk heilsan til ein, ið hevur syndað: Reis teg aftur av tínum falli, har er fyrigeving og kraft. Jesus livir!