Frelsunarherurin í Danmark

21-10-2013

Frelsunarherurin
Tað er stórur møguleiki fyri, at seinast tú vart í eini endurnítslu sølubú, so var tú við til at stuðla Frelsunarherinum ella bert Herinum, ið mangan verður nítt. Trúðarsamfelagi hevur byngjur við tí reyða merkinum á, og er ein býarmynd í teimum donsku býunum.
Hóast trúðarsamfelagi er lítið í Danemark, so er Frelsunarherurin, ella barða Herurin, kanska tað næsta eftir fólkakirkjun tað best kenda í tí donsku fólka mongduni.
Frelsunarherurin hevur í meira enn 100 ár sett sítt navn fast vegna sosialt arbeiði og sum ein virðulig kirkja, ið ein kann líta á, sum fyrst og fremst hevur eyguni rætt móti teymum veiku í samfelagnum. Í Danmark er arbeiði hjá kirkuni nok mest kend fyri sínar siðbundnu jólapakkar, sum hvørt ár verða bíttir út millum familier, sum veruliga treingja til hjálp í teimum stóru býunum.
Men eisini Hersins hjáveru í sínum sermerkta búna í býarmynduni, hevur veri viðvirkandi til, at mong menniskju javnan koma í samband við limirnar í Herinum. Evangeliska boðanin gjøgnum tónleik, sálmasang á gøtunum hevur verið frá byrjanini ein týdningrmikil partur av samleikanum hjá Frelsunarherinum.
Júst hesin háttur fyri nærleiki í tí almanna rúminum er, er trúðarsamfelagsins týdningarmikla amboð, við at koma í samband við tann vanliga danskaran og við at samla inn pengar og aðrar lutir til tað sociala arbeiði.
Frelsunarherurin hevur í Danemark 16 social støð breitt út yvir alt landið, herav herberg, socialar kafeeir og hitastovur. Eisini umfatar arbeiði fongsulvitjanir, matstøð og útbýting av klæðum og skóm millum tey, ið treingja til tað.
Arbeiði verður fyri tað mesta fíggja gjøgnum innsamlingar og limir, sum geva gávu til endamáli, men endurnýtslu arbeiði hevur ein stóran leiklut í tí fíggjarliga grundstøðinum. Mong er tey, sum kunu nikka og komast við tøjbingjuna við búmerkinum hjá Frelsunarherinum í ymiskum býum runt um.
Trúgv og virkisroynd. Frelsunarherurin hevur kirkjuligar røtur í eini anglikansk og metodistisk siðvenju, men er í mótsetningi til mangar aðrar kirkusamkomur ikki sprottin av klændri um trúgv og læru. Tað, sum fellur einum í eyguni, er tann sociali virkisandin, sum Frelsunarherurin fæst við. Men aftanfyri hetta sterka týdningarmikla arbeiði liggur tað eitt trúðarsamfelag, sum ikki er ørvísi enn tær flestu aðrar kristnu samkomur.
Limir í Frelsunarherinum trúgva á Bíbliuna sum Guds orð. Hon er leiðregla fyri allar menniskjaligar gerðir. Gud hevur víst seg fyri menniskjum í Jesusi Kristi, og er tilstaðar millum okkum í Heilagum Andas líki. Á hendan hátt byggir Frelsunarherurin sína fatan av Gudi upp umkring eina fyrimyndarliga tríeiniheitina við Faðirinum, Soninum og Heilagum Anda og skilir seg ikki frá tí stóra meiriluta í tí kristna trúðarsamfelag.
Sum ein eykend luthersk siðvenja , so hevur Herurin tað fatan, at tað einstaka menniskja blívur frelst gjøgnum trúgv og ikki av gerðum. Her hevur Herurin ein avgerandi trúðarelement við fólkakirkjuna.
Í tveimum spurningum skilir kirkjan seg tó frá teimum flestu protistantisku kirkjunum. Søguliga, so var Frelsunarherurin skjótur í vendingin til at bera fram próvgrundir fyri at fáa kvinur inn í tað kirkjuliga arbeiði á líka fót við mannligar limir. Tað umfataði ikki bert tað sociala arbeiði, men eisini rættin til at tala á møtum. Í endanum av 19 øld, har Herurin verulliga var byrjaður at sláa seg í gjøgnum í Englandi, var eitt størt fet at taka – ikki minst í einum kristnum samanhangi.
Í nútíðar framtíðarútlitum er tað tó fatan av sakramentinum, sum ger ein serstakan part í trúnni hjá Frelsunarherinum. Í samanhanginum hjá fólkakirkjuni koma sakramentini til úttryk gjøgnum dópin og altarborði, men hjá limunum hjá Frelsunarherinum blíva slík sakramenti og vanar ikki níttir.
Herurin grundgevur hetta í eini protistantiskari fatan av, at bert gjøgnum trúnna er ein skikkaðan til at taka ímóti Guds náði. Tí eru tær itru handlingarnar og umsiting av sakramentunum skeiv tekin at geva og veruliga ikki í samsvar við protistantiska trúgv.
Ein onnur meira nýtslumerkt frágreiðing er tann, at Frelsunarherurin við stovningina í 1870inum dróg trúgvandi frá imiskum kristnum sigvenjum. Øll komu við teirra áður kirkuligu fatan av sakramentunum, og teir funnu tí útav, at tað, sum var lættast at handfara var uttan hendan form fyri kirkjusið í trúnni og verki hjá Herinum. Siðvenjan og báðar tulkingirnarna hevur man varðveitt upp gjøgnum trúðarsamfelagsins søgu, og gudstænastan myndast tí vanliga við sálmasangi, prætiku og bøn.
Søga – útbreiðsla í Danmark og í heiminum. Hjúnnuni William og Cathrina Booth voru í mittuni av 19 øldvirkin í eini eingilskari metodiskirkju, men funnu skjótt útav, at tað sociala og evangeliska boðanin var ikki virki millum arbeiðaraklassan og bleiv misrøkt í London. Ein missiónstatión í tí fátaka partinum av eystur Londun í 1865 bleiv startskoti til tað, sum seinri, í 1878, skuldi blíva til Salvation Army, Frelsunarherurin. Tað Var William Booths hugsan, at at missión mátti bæði fevna um eitt socialt og evangeligst sjónarmið.
Hugsanin var, at Herurinn á hendan hátt skuldi stríðast bæði ímóti tí socialu órættvín sini og tí persónligu syndini, so slagorði tey fyrstu árini bleiv mikið rámandi Soap, soup and salvation – sápa, suppa og frelsa. Frelsunarherurin breiddi seg skjótt til onnur lond, og í 1887 bleiv tað fyrsta møti hildi í Keypmannahavn. Við aldarskifti nøkur fá ár seinri var Herurin settur á stovní Danmark við nærum 2250 limum bítt út á 80 korps (samkomur) og dríva í tí tíðarskeiðinum 17 sosialar veitingar støðir. Í dag er kirkjan stovnsett í 127 londum um allan heim.
Felagsskapur Frelsunarherurin er skipa við einum tignarstig skipan, er tað sama system, ið nítt verður í herinum. Tí verða fulltíðar ansett sum offficerar og eru á tann hátt kirkjunar prestar við ábyrd av tí korpsi ella samkomu tey eru sett í. Nógv mest av limunum í kirkjuni eru soldátar – meinigur limur, sum ger eitt ella annað arbeiði í kirkjuni í teirra frítíð.
Man kann eisini blíva meinigur limur av kirkjuni, um so er, at ein hevur samhuga fyri arbeiðinum og trúgvin kirkjan nýtur og ynskir at koma til gudstænastur og onnur tiltøk. Offiserar og meinigir bera tann serstaka Frelsunarher búna. Frelsunarherurin er góðkendur sum trúðarsamfelag í Danemark av Kirkeministeriet.